Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Á árliga leiðaradegnum, sum var fríggjadagin, varð Páll Isholm, skúlastjóri á Miðnámi á Kambsdali, kosin ársins almenni leiðari 2018.

Mentamálaráðið fegnast um, at eitt starvsfólk undir ráðnum enn einaferð hevur fingið hesa tignina.

- Tað er gott at fáa staðfest, at vit eiga so framúrskarandi starvsfólk, sum ganga á odda við at lyfta og menna okkara okkara ungu – og harvið alt samfelagið.

- Páll hevur stórliga uppiborið hendan heiður og Mentamálaráðið samgleðist og ynskir honum hjartaliga til lukku, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum.

Somuleiðis ynskir Mentamálaráðið ársins privata leiðara í 2018, Frimodt Rasmussen, til lukku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo