Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í gjárkvøldið spældi Eivør á fullsettari konsert í París. Við eini inniligari og kraftmiklari framførslu bergtók Eivør fronsku áhoyrarnar. Við sær á pall hevði hon Mattias Kapnas á klaveri

Spenta støðan millum Russland og Vesturheimin, nú ábendingar hava verið um eina russiska innrás í Ukraina, var evnið í sendingini Búskapur & Vinna

Nú landsstýrismaðurin í uttanríkismálum situr og skrivar svar til donskum stjórnina, sum ætlar at byggja eina hernaðarradara á Sornfelli, var radarin tema í Degi og viku

Borgarafundur verður hildin í Løkshøll mikukvøldið 23. februar kl. 19, har málini eru Fjøruvegurin, Svimjihøllin og Miðstaðarætlanin (incl. Miðbýarætlanin)

- Sum mentabrúkari í Havn legði eg í dag til merkis, at bara tíggju krónur eru á muni, at vitja Listasavnið og at keypa eina kotilett niðri í Irish Pub

Í tíðarskeiðnum 7. mars til 1. mai fara 9. floks næmingar aftur til PISA-kanning. PISA-kanningin var upprunaliga sett at verða í 2021, men orsakað av COVID-19 varð hon útsett til í ár

Í røðini av nýggjum evropeiskum filmum er Filmsfelagið nú komið til Oscarvirðislønta stórmeistaran úr Spania, Pedro Almodóvar og filmin ”Parallel Mothers”

Hósdagin 24. februar kl. 10 byrjar vøggusangur aftur í Hoyvíkar kirkju. Eyðbjørg Hansen, sum saman við Maluni Rasmussen stendur fyri vøggusanginum, sigur, at pláss er fyri 14 vaksnum við barni, og fólk eru vælkomin at tekna seg

Leygardagin tann 19. februar verður Búnaðarstevnan fyriskipað á sjeynda sinni á Skúlatrøð í Klaksvík. Búnaðarstevnan er ein stevna, sum setur fokus á viðkomandi viðurskiftir innan landbúnaðarøki í Føroyum

Í døgunum 18. til 22. feb. hevur Jógvan Kristiansson Glerfoss listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hetta er næsta persónliga framsýning hjá Jógvani síðani hann av álvara fór at mála á vári 2019

Tað var við ársbyrjan 2012 at NUMO byrjaði virksemið í somu húsum í Bøkjarabrekku, sum Lindin enn húsast í. Tá var starvsfólkatalið tvey

Føroyska krimirøðin Trom heldur fram at fáa góð ummæli. Her eru tað donsku bløðini Jyllands-Posten og Børsen, har ummælarar eru serstakliga fegnir um avrikið, serliga hvat dramatisku náttúruni viðvíkir

 

"Grundlinjur Føroya – rættarligt og søguligt grundarlag" er heitið á fyrilestri, ið Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, fer at hava tann 21. februar á torradøgum í Klaksvík

Í Svøríki, har nýggja slagið av krimifilmi tók seg upp við bókunum hjá Sjöwall og Wahlöö, fær nýggja føroyska sjónvarpsrøðin ”Trom” góð ummæli

Ummæli: Eg sá allar seks partarnar í Havnar Bio í gjárkvøldi. Laiv kenslan, filmur sæddur í felag, tað er bara í biografi at tað ber til

- Eg hevði nokk væntað meira av Ulrich Thomsen sum leikara. Í fleiri senum saknaði eg eina betri reaktión, og onkursvegna lærdi eg ikki hansara karakter nóg væl at kenna, sigur Hermann Eliassen í Morgunsendingini hjá KVF

Tá tú sum fremmandur kemur til eina bygd, man kirkjan vera eitt tað fyrsta, sum tú leggur merki til. Eitt høgt kirkjutorn sæst víða hvar, og er tí gott at meta seg eftir, hvar miðjan er

Búskapur & Vinna er nýggj aktualitetssending í fimm pørtum á Rás1

Nógvur vindur onkran dagin, men móti endanum á vikuni verður stilli og gott veður

- Takk fyri at tit løgdu leiðina hendan vegin, nú bulmikli kyki nýføðingurin, Trom, skal berast fram í ljósan dag á fyrsta sinni

Annar dagur í tónleikakappingini Stella Polaris er av, og aldursbólkurin 18-24 ár hevur í dag framført í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla

Ein 72 metur høg brúgv í Rinsdorf í Týsklandi var tikin niður við spreinging - hægsta brúgv nakrantíð sum er sprongd

- Nú fyllir Deyvafelag Føroya 50 ár. Vit vilja siga hjartaliga tillukku við 50 ára stovningardegnum í dag og Harrin signi tykkum ríkliga

"Fyrsti dagur í tónleikakappingini Stella Polaris er av, og aldursbólkurin “til og við 17 ár” hevur í dag framført í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla

Krimirøðin TROM er fyrsta stóra sjónvarpsrøðin, sum er gjørd í Føroyum. Snar hevur gjørt arbeiðsuppgávur til hádeild og miðnám

Andrias Høgenni hevur ikki gloymt sítt føroyska upphav. Føroyar - serliga føroyskt útisetalív - fyllir ein fittan part av røðini. Fleiri føroyskir sjónleikarar eru eisini við

Einangran er aftur við nýggjum sangi og sjónbandalagi til teirra fyrsta staklag, Koyri heim, ið er av teirra komandi útgávu

- Fríggjadagin klokkan 14:00 letur fotobólkurin Fokus upp hina árligu framsýningina í Smiðjuni í Lítluvík. Sjey limir í Fokusbólkinum hava tikið tilsamans 43 myndir

Fríggjadagin 4. februar 2022 fingu 34 sveinar prógv sum elektrikarar, maskinsmiðir, rørsmiðir, bilsmiðir og húsasmiðir

- Upprunin til tekstin var helst ein ætlan um ein LGBT sang. Tí um hesa tíðina eg skrivaði tekstin, var ágangurin inn á tey samkyndu øgilgur, og er hann tað enn, tíverri

Ein savnsvørður á savni í Russlandi fekk listaliga hugkveiking fyrsta dagin hann var til arbeiðis

- Alma, sum býr í Berlin, arbeiðir á Pergamon savninum. Hon er einlig og stríðist við kensluna av einsemi

Hóskvøldið klokkan 19.25 vísur KVF dokumentarsendingina Andaneyð, sum Dagmar Joensen-Næs og Jens Jákup Hansen hava gjørt

Á samkomu í Nýggjustovu hjá LISA í Hoydølum í gjárkvøldið fingu Alda Mohr Eyðunardóttir og Maria Guldbrandsø Tórgarð gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

Danska veðurstovan lovar niður í minus 10 stig onkrastaðni

Amerikanski rokkarin Iggy Pop hevur fingið Polar Music Pize 2022

Westerndramaið hjá Jane Campion, «The Power of the Dog», er nominerað í tólv Oscar-kategorium, harímillum besti filmur og besti mannligi sjónleikari

Hósdagin 10. februar kl. 19 verður alment tiltak í Perluni um seksualundirvísing í Fólkaskúlanum

Joana Dam Johannesen og Gunnvá Ellefsen, ungdómstinglimir, hava lagt uppskot fyri Ungdómstingið, sum heitir á landsstýrið um at eftirmeta og uppstiga undirvísingartilfarið í fólkaskúlanum

Í vetur skipa Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn fyri eini fyrilestrarøð um burðardygga matgerð í ferðavinnuni

Ungdómstinglimirnir, Vár Edvardsdóttir og Lív Andriasardóttir, hava lagt uppskot fyri Ungdómstingið um, at sexualundirvísing eigur at vera kravd í framhaldsdeildini

- At savna slíkt tilfar er eitt rættiliga serstakt arbeiði, sum hevur kravt nógv av mær. Men tað er samstundis eisini hetta, sum hevur gjørt arbeiði bæði stuttligt og áhugavert

- Neyvan hevur nakar havt størri týdning, enn just Bent, at breiða út kunnleikan um føroyska matgerð, tænastustøði og útboð, sæð úr einum altjóða brúkarsjónarhorni

- The Body Shop í SMS skipar fyri undirvísing og hugnaløtu fyri kvinnur, sum eru í viðgerð fyri krabbamein

Í aldargomlu Ólavskirkjuni í Kirkjubø, verður aftur í ár konsert við tónleiki eftir Johann Sebastian Bach

Í morgunsendingini hjá KVF fortelur Malan á Dul Nielsen um Instagram-vangan Graseinkjulív og hví hon skrivar um tankar og kenslur í sambandi við at maðurin er sjómaður

Í dag fyllir Útvarpið 65 ár. Neyvan er nakar ivi um, at Niels Juel Arge myndaði Útvarp Føroya meira enn nakar annar

Heilsan til Paula og Jastrid, nú tey hava staðið fyri arbeiðinum í Kelduni í 25 ár

Og meira legst afturat, kann væntast. Seinnu helvt av vikun verður tó lýggjari og tá kemur regn

Danska tónleikaikonið vitjar í Løkshøll 30. apríl