Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nú verða tillagingar gjørdar við Musikkskúlan. Talan er um uppmerking og trygd uttanfyri og um nýggja ljós- og ljóðtøkni inni í Hátúni

Endamálið við Skúlaleikum er fyrst og fremst at geva ítróttarlæraranum íblástur og amboð til ítróttatíman. Og at geva næmingunum ítróttarliga upplivingar saman

- Tað er so stórt trýst at røkka so nógvum málum, at umsorganarparturin í skúlanum verður raðfestur minni – ikki tí at lærarin vil, at tað skal vera so, men tí hann hevur einki val, sigur Anja Pálsdóttir

- Hjartaliga tillukku við sosialráðgevaradegnum

Konformantar í Hoyvíkar kirkju og Kaldbaks kirkju

Ein heimstjørna kemur aftur til Føroya, hesuferð á Tórsfest 2023!

 

Stuttliga bókin er um eitt álvarsamt evni, nevniliga rúsdrekka sum njótingar- og eiturevni

Her er veðurforsøgnin fyri vikuna sum kemur

Føroyska animatiónsrøðin The Unreal World of Alda (Tann óveruliga verðin hjá Aldu), sum Tóki Jansson ger, hevur vunnið Kids Kino Industry virðislønina á framløgtingi i Malmø

Sakaris Stórá, sum er kendur fyri vælumtókta spælifilmin Dreymar við havið (2017) og virðislønta stuttfilmin Vetrarmorgun (2013) og fyrsta Geytavinnaran Summarnátt (2012), ferð nú undir upptøkurnar til næsta føroyska spælifilmin

Magistarafelagið skipar mikudagin 22. mars fyri almennum tiltaki um stytta arbeiðsviku

- Í gjár hevði Articon kunnandi tiltak fyri teimum starvsfólkum sínum, sum eru vorðin trýss ár og eldri. Upplýst varð um tilboð og møguleikar á arbeiðsmarknaðinum, tá ið man fer um tann aldur

- Tað er ein sangur, sum snýr seg um, at tað er okay at fylgja sínum hjarta og vera ein sjálvur - sjálvt um tað kann fáa avleiðingar, sigur Laila av Reyni

Sum hitt fyrsta í Føroyum verður dagstovnaøkið í Vestmanna fríggjadagin 17. mars góðkent sum ítróttardagstovnaøki

Skaldsøgan er eitt sjálvstøðugt framhald av skaldsøguni Gentan í verðini (2020) og fer fram í Havn miðskeiðis í 1970’unum

Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar var úti á midnátt, vóru 878 umsóknir komnar inn. Hetta eru 40 umsóknir færri enn í fjør, og umleið 100 færri enn í 2021

Fríggjadagin 31. mars 2023 fer ungdómshúsið á Velbastað at fáa sítt navn, og tað skal sjálvandi hátíðarhaldast

Eftirspurningurin eftir at sleppa í tilboðið Støðin, sum er til næmingar við skúlaaftran á Skálafjørðinum, er stórur, og fleiri næmingar eru helst á veg, skrivar Skúlablaðið

Á myndini síggja vit næmingarnar, próvdómara og tolkin eftir próvtøkurnar

Tað sigst, at makt korrumperar, men veruleikin er nógv meira ófrættakendur

Leygarkvøldið vann Loreen svenska Melodifestivalen við sanginum «Tattoo», og verður hon nú ákærd fyri plagiat

Fimtan teirra eru í Havn, hinir á Tvøroyri og í Sandoynni, skrivar Skúlablaðið

Stóra ferðavinnutiltakið, sum eftir ætlan skuldi verða í Oyndarfirði í næstum, er tíverri útsett. Tó hava fyrireikararnir longu tikið avgerð um at flyta tiltakið til mikukvøldið 19. apríl og leygarmorgun 22. apríl

Fríggjadagin 14. apríl klokkan 13:00 fer Annbjørg Abrahamsen at verja sína ph.d.-ritgerð í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn

Móttøka var í Tilhaldinum í Tórsgøtu í øllum kavarokinum í morgun, nú Tilhaldið fyllir 25 ár. Veðrið forðaði ikki fyri, at hópur av fólki møttu til hátíðarhaldið

- Okkara avbjóðing er at skapa ein øðrvísi skúla. So skjótt karmarnir minna ov nógv um eina skúlastovu, merkja vit dygga mótstøðu, siga Bjørg Djurhuus og Georg Nolsøe Rasmussen, lærarar í Gulaskúla

Eftir trý ára steðg av koronufarsóttini, er Tórsfest aftur á skrá

Fríggjadagin í næstu viku, hin 24. mars, gevur 29 ára gamli Eyði Horsdal úr Havn út fyrstu heildarútgávuna, Songs with Eva, sum er talmerkt LP pláta, ið eisini kann stroymast

Av mold ert tú er næsta bókin hjá hálva føroyinginum Tommy Thorsteinsson í røðini um klimagranskaran Jessicu Winther. Triðja bókin í røðini fer fram í Føroyum, sigur høvundin

 

Í farnu viku byrjaði Øssur M. Dalbúð í starvi sum ráðgevi í Vinnuhúsinum

M.a. føroysk gransking hevur staðfest, at bóltspæl er sera gagnligt fyri fólk, sum hava pre-diabetes, og tað tosar poddvarpið hjá Stenomiðstøðunum hjá Novo við Magna Mohr, professara um

- Tað er ein sorg og ein kensla av máttloysi. Og skuldarkenslurnar níva, sigur Poula Patursson, sum er mamma at barni við skúlaaftran

Høvuðsleikarin Michelle Yeoh vann fyri besta høvuðsleikara, og gjørdist samstundis fyrsti kvinnuligi asiatiski leikarin at vinna ein Oscar

Kringvarpið samsendir við onkra av donsku rásunum so tú kanst fylgja við tá tey kendu og ríku ganga eftir reyðu langmáttuni í Hollywood. Men tú mást brynja teg við toli - tað heldur fram til klokkan 4:30 í morgin árini

Jóhann Mortensen helt hesa røðuna á grækarismessuhaldinum við Løkin í dag

Ein svalan grækarismessudag undir krígnum, tann 12. mars 1943, varð Jógvan føddur í Klaksvík

- Tórshavnar Kommuna leggur upp til Urtagarðsbýin, men er tað har nærdemokratiið blómar, spyrja grannaløg

Eisini næsta vika verður merkt av kulda, kava og eitt sindur meira vindi

- Heimildarfilmurin Heartist er ein skaldaborin og estetiskt gjøgnumførd myndalýsing av listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir, sum býr á Eiði

Í kvøld verður felagssangur í Siloa í Fuglafirði

Væl umtókti rappbólkurin spælir á landsins størsta tónleikatiltaki í august

Í august kunnu hittini hjá ADHD upplivast á Summar Festivalinum

Bólkurin, ið á G! likamliggjørdi hugtakið "pappmasjefukkjúfingur" er aftur. Føroya originali punkbólkur 200, hevur verið í upptøkuhølinum, og spælt inn plátuna "Reyvheart", ið sambært teimum sjálvum er júst tað

Í kvøld verður ársins Faroese Music Awards, har bestu føroysku tónleika-avrikini verða heiðrað

Parkeringsøkið á Vaglinum stongt frá leygarkvøldinum 11. mars kl. 20

Bólkurin, sum spælir modernaðan folk-rock, framførir á Vágsbø í august

Og í tí sambandi var móttøka í ungdómshølinum “Hollywood” í Niels Finsensgøtu nú seinnapartin. Borgarstjórin var á staðnum við eini lítlari heilsan

Á tiltakinum, Frú Formaður á altjóða kvinnudegnum 8. mars í Mentanarhúsinum, var Rannvá Magnadóttir kosin til Ársins Britu

- Skúlar siga skjótari frá í dag um skúlaaftran, ofta longu í grunddeildini; tað ger, at teir kunnu seta inn beinanvegin, skrivar Skúlablaðið

- Aðalráðið og Fróðskaparsetrið eru takksom fyri, at metingarnevndin er komin við ítøkiligum stigum í tilmælum sínum, sum beinleiðis kunnu íverksetast, skriva partarnir m.a. í felags svarskrivi til uttanhýsis serfrøðingabólk