Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

VisitTórshavn skipar í samstarvi við Tórshavnar kommunu fyri mentanarnátt í ár tann 1. juni. Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, er Mentanarnáttin vorðin eitt fast afturvendandi tiltak í Havnini, og skráin og undirtøkan veksur hvørt ár.

Skráin er drúgv og fjølbroytt Mentanarnáttina. Tónleikatiltøk eru ymsastaðni í býnum, og stovnar og fyritøkur hava opið hús. Handlar í býnum hava opið til klokkan 23.00, og allar matstovur hava eisini opið.

Mentanarnáttin 2018 verður fríggjakvøldið 1. juni við nógvum forvitnisligum tiltøkum. Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið.

Livandi tónleikurin sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Nógvastaðni í býnum er tónleikur at hoyra. Endaliga skráin kemur seinni.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi Mentanarnáttini ber altíð til at ringja til VisitTórshavn, tel. 30 24 25.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo