Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Tórshavn: Í 19 ár hevur Mentanarnáttin ment seg til eitt av størstu einstøku tiltøkunum í Tórshavn. Tiltakið er vaksið í vavi og er vorðið ein fólkaveitsla við tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum og alskyns tiltøkum.

 

Hetta er kvøldið, tá ið veruligt lív kemur í Havnar gøtur, og fólk fara út at spáka, heilsa upp á fólk og vitja tey mongu tiltøkini – tey flestu ókeypis.

 

Mentanarnáttin plagar at liggja fyrsta fríggjadag i juni, tó ger støðan við korona, at hetta ikki letur seg gera. Tískil er Mentanarnáttin flutt til fríggjakvøldið 11. september 2020.

 

Enn er trupult at siga um korona eisini ávirkar at Mentanarnáttin kann verða í september, tó vóna vit at hetta ber til og at Mentanarnáttin verður hildin við nógvum forvitnisligum tiltøkum eftir summarsteðgin, siguir Visit Tórshavn.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo