Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: 7. juni verður aftur Mentanarnátt í Havn. Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, er Mentanarnáttin vorðin eitt av best umtóktu tiltøkum í Havnini.

Hetta kvøldið kemur lív í havnargøtur. Alskyns tiltøk eru í gøtunum, tey flestu ókeypis, og handlarnir hava leingi opið.

Eins og undanfarin ár hevur Mentanarnáttin 2019 eina fjølbroytta skrá. Stovnar og virki fara at lata dyrnar upp fyri almenninginum, matstovur og hotell spenna seg út, og søvnini runt um í býnum eru opin.

Visit Tórshavn samskipar Mentanarnáttina. Fyrispurningar verða svaraðir við at senda teldupost til torsinfo@torshavn.fo ella við at ringja á telefon 30 24 25.

Skráin sæst at lesa HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo