Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Stórt hevur verið tikið til, og nógv hevur verið ætlað, síðan fyrireikingarnar byrjaðu longu eftir mentanarvikuna í 2019. Mentanarvikan 2020 skuldi upprunaliga haldast í apríl mánaða í ár, - men øllum kunnugt forðaði COVID-19 farsóttin í fyrstu atløgu hesi ætlan.

Sum útlitini vóru um tað mundið, varð annað tíðarmál sett fyri haldinum. Nú, tvær vikur fyri tíðarmálið, sett í aðru syftuni, og onnur ríðin av coronu herjar landið – og ilt er at meta um heilsuligu útlitini – hava fyrireikararnir gjørt av, at ongin mentanarvika verður í 2020.

Mentanarvikan 2020 er harvið flutt, og verður hildin í seinra helmingi av apríl mánaða í 2021 ístaðin. Hetta verður gjørt fyri at verja allar partar í høpinum – luttakarar og áskoðarar.

Skráin, ið nú var greið til prentingar, var á tremur við áhugaverdum tiltøkum og øll tey, sum skuldu luttaka, hava fingið boðini um flytingina og tilboð um ístaðin at taka lut, táið mentanarvika ætlandi verður aftur í 2021.

Alt eftir hvussu farsóttin fer at hátta sær, ella um bilbukt fæst við hana, kann tað vera, at onkur av skrásettu og meira dagsaktuellu tiltøkunum verða hildin seinri í ár.

Stóri parturin av trupulleikanum er, at dastið av tiltøkunum skuldu pallsetast innandurað, og tá savning av størri mannamúgvum gongur ímóti øllum tilmælum og øllum vanligum viti og skili, er hendan støðan nú tikin.

Runavíkar kommuna harmast um íkomnu støðuna, samstundis sum vit gleða okkum til eina spennandi mentanarviku í apríl 2021.

Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo