Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Runavík: Runavíkar kommuna bjóðar øllum at verða hjartaliga vælkomin til setanina, sum í ár verður í Gulu Smiðju. Eyðkendi guli smiðjubygningurin er nýggja ungdóms- og virkishúsið, sum júst til setanina tann 24. apríl letur hurðarnar upp fyri almenninginum.

Tónleikurin á pallinum spennir víða.  Um tær dámar klassiskan tónleik, punk ella okkurt mitt ímillum, so er laga manni at leggja leiðina framvið, tí skráin er fjørbroytt.

Umframt tónleik so bjóða Rynkurnar og Roysnið øllum at fylgjast til setanina.Tað verður súkklað ella runnið úr hvør sínum heraðshorni – og øll enda í Gulu Smiðju.

Setanin verður 24. apríl kl. 14:00 í Gulu Smiðju, Heiðavegur í Saltangará. Til høvið verður súpan, kaffi og lagkøka at fáa í Gulu smiðju. Nærri kunning um súkklu- og renniteinin á visitrunavik.fo.

Kl. 14:00 Súkklutoymið og Roysnið koma til Gulu Smiðju
kl. 14:10 Borgarstjórin setir mentanarvikuna
kl. 14:10 Gula Smiðja letur dyrnar upp
Kl. 14:25 Musikkskúlanæmingar
kl. 14:35 Kári Sverrison
Kl. 14:50 Joe & the Shitboys
Kl. 15:10: Allan & Edith
kl. 15:25 Áron

Aftaná setanina av Mentanarvikuni verður sett hol á alskyns áhugaverd tiltøk í ymsu bygdunum í kommununi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo