Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ikki havi eg verið regluligur gestur, tá ið mentanarlønir ella heiðursgávur hava verið veittar fólki í farnum árum. Sum prentaralærlingur var eg tó onkuntíð í sjónleikarhúsinum, tá ið „bókadagskvøld“ var, har nýggju føroysku bøkurnar vóru sýndar fram og umrøddar. Marius Ziska og aðrir góðir menn skipaðu fyri.

Men hetta kvøldið í januar mánaði 2020, tá ið mentamálaráðharrin handaði nøkrum teirra, ið á ymiskan hátt hava gjørt mentanarlig stóravrik, virðislønir, mátti eg fara á gátt. Orsøkin var, at eg hevði fingið at vita, at tveir av mínum vinum, Flóvin Tyril og Zacharias Zachariassen, fóru at fáa heiðursgávu mentamálaráðharrans hetta kvøldið.

Fyrstur á pallin at fáa mentanarviðurkenning handaða var Simme, kendi og stillføri havnarmaðurin, ið mangur tónleikari takkar fyri. Hansara tónlistarliga frálæra og vegleiðing á økinum hevur ført mangan ungan inn á eina holla tónlistarliga leið, ið síðani varð hildin. Konan, Conny, eisini av listarligari sang- og tónleikaætt, hevur glett okkum við sanggávum og hugnaliga práti sínum í havnargøtum. Hjúnini Conny og Simme eru havnarmyndir, ið aloftast eru at síggja saman sum ein óslítandi hjúnabandseind. Beiggi hennara, Birni Dam, ið einans 43 ára gamal fór av foldum, hevur ríkað tjóð okkara við føgrum sangum – ein sang- og tónlistarligur úrmælingur.

Næstur á pallin var Hanus G. Johansen, sum fekk mentanarvirðisløn landsins fyri sang- og tónleikaavrik síni. Tá ið Hanus kom upp á pallin, reikaðu hugsanir mínar eini fimmti ár aftur í tíðina, tá ið eg fyrstu ferð hitti Hanus í 1971-72. Hetta var í sambandi við føroysk møti, sum vit skipaðu fyri í Mercur-teatrinum í Keypmannahavn.

Saman við sangbólkinum ”Sangbrøður” vóru vit ein dagin og vitjaðu føroyingar á Ríkissjúkrahúsinum og sungu fyri teimum. Flestu teirra, ið vit vitjaðu, kendu vit ikki. Teirra millum var Hanus G. Johansen, sum tá var ein blaðungur drongur. Eg minnist hesa vitjan og prátið við Hanus, fekk varhugan av, at hann var fegin um prát og sangvitjan okkara. Helst mundi onkur okkara biðja eina bøn fyri honum og bera honum góðynski á lívsleiðini. Mangan havi eg hitt Hanus síðani, hann hevur heilsað og prátað, altíð við eyðkenda brosi sínum. 

Triður á pallin var Flóvin Tyril. Minnist meg ikki hava sæð hann á palli áður, hevur av lyndi hildið seg aftanvert beiggja sín, Zacharias, og onnur og aðrar við sínum sjáldsama ríku gávum føroyska málinum at frama. Hann gav Gudi heiðurin og takkaði lítillátin fyri stórfingna bókmentaheiðurin, ið honum og beiggjanum Zachariasi, varð veittur vegna Forlagið Lerikerið, ið hevur síðan stovnan í 1983 givið umleið 140 bøkur út.

Av sjey systkjum vóru teir báðir einastu av systkinaflokkinum í heiminum í Norðragøtu, sum vóru førir fyri at hoyra og tala. Kensluborið var at hoyra Jógvan, son Zacharias, greiða frá hesum partinum av lívssøgu pápans og pápabeiggjans, tá ið deyvu systkini á hvørjum ári – eftir summarfrítíðina heima – máttu fara aftur á deyvaskúla í Danmark og ikki hittast aftur í mánaðir.

Zacharias, prædikumaður, rithøvundi, týðari og skald, legði í 82 ára lívi sínum úr hondum virðismikið sang- og bókmentaverk, ið fáum unnist at útinna. Uppiborið var, at hesin heiður varð vístur honum og beiggjanum, Flóvini, hesum báðum lítillátnu brøðrunum, ið einki kravdu av almennu Føroyum ella øðrum, men sum í ósjálvsøkni útintu eitt kristiligt, mentanarligt og málsligt valaverk samtíð teirra og føroysku tjóðini at gagni og Gudi Faðirinum til heiður og æru.

Ein heiður í tøkum tíma!

Svenning av Lofti

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo