Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Hósdagin 1. oktober 2015 kl. 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Tilsamans tríggjar virðislønir verða latnar í ár. Tær verða allar latnar í navni M.A. Jacobsens, ein fyri fagurbókmentir, ein fyri yrkisbókmentir og ein fyri mentanaravrik. Ongin Barnamentanarheiðursløn verður latin í ár.

Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens
Fyrstu bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vórðu latnar í 1958 og frá byrjan vórðu ein ella tvær virðislønir latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.

Limir í nevnd M.A. Jacobsens frá 2012 og fýra ár fram eru Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Heri Ólason Dam, vald av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.

Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin heimilar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert. Í ár verður sum nevnt ongin latin.

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Helena Dam á Neystabø, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Bjørg Dam og Sólrún Michelsen, valdar av býráðnum, og Marin Joensen, vald fyri skúlabókavørðirnir við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Øll eru vælkomin
Tá Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens verða handaðar hósdagin 1. oktober, verða eisini framførslur av tónleiki og sangi. Øll eru vælkomin til hesa heiðursløtu í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Til ber at lesa meira um mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs á heimasíðu Býarbókasavnsins www.bbs.fo.

Vegna nevndir Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs
Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður, og Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður.


Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo