Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Árliga Laksa- og sølutorgið verður í Runavík leygardagin 22. juli kl. 10-16, har høvi verður hjá øllum vitjandi at fáa eina ókeypis smakkiroynd av leskiliga laksinum frá Bakkafrost.

Eins og undanfarnu ár er nógv spennandi á skránni, bæði til børn og vaksin.

Byrjað verður kl. 10 við loppumarknaði, leikamarknaði,sølu av bundnum vørum, gávulutum, ymiskum fiski, kaffi og vafflusølu, suppu o.s.v.

Harumframt verður skipað fyri listaframsýning, ponyríðing og anlitsmáling.

Skráin fevnir víða
Kristina Bærendsen, Kári Sverrisson, Beinir og Rani, fyri at nevna nøkur sum verða á Laksatorginum
Gestabólkur úr Spania sum kallast Involukrados kemur at seta dám á, við sínum lívliga, glaða og siðbundnan latínamerikanskan tónleiki.

Um middagsleitið stíga “Fívlar” á pallin, tiltakið er merkt av jass tónleiki og stuttligari frásøgu.

Í nøkur ár hevur verið skipað fyri eini fiskauppboðssølu í samband við Laksatorgið.

Hetta er, sum verða man, ein uppboðssøla har uppsøluhaldarin byrjar við eini upphædd og síðani hækkar upphæddin, sum marknaðurin er fyri.

Í Býráðssalinum hava Bessi Bjarnason, og dótturin Sóley Wen framsýning.

Bessi fer at sýna fram umleið 20 málningar, málaðir við akryl. Sóley Wen sýnir fram uml. 25 tekningar. Bessi hevur havt nakrar framsýningar í Íslandi og í Føroyum, men hetta er fyrsta framsýningin hjá Sóley Wen.

Sýningin í býrráðssalinum verður opin frá kl.10.00 til 19.00 í tíðarskeiðnum 18-25 Juli

Fimleika kynstur í leysari luft
Fimleika felagið Støkk við sínum uml. 600 limir tveitir nakrar av sínum íðnastu amboðsfimleikarum út á gøtuna at gera fimleik, tey fara at gera fimleik á trampolin og á tí ið kallað verður airtrack. Talan er um avbjóðandi fimleik, har íðkarnir væntandi leypa um bilar o.a, tí lýsir heitið fimleika kynstur í leystari luft lýsir væl tað, ið kann upplivast á Laksa og Sølutorginum

Tiltakið ber brá av at ítróttur, kommunan, handilslívið, vinnan og áhugabólkar standa saman um at menna, fjálga og bjóða tað fram tað sum eyðkennir økið. Øll árini hevur tað verið Kunningarstovan í Runavík sum samskipar tiltakið

Laksa- og Sølutorgið sum er 22. Juli frá 10-16 er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo