Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Merkið varð vundið á stong bæði við skúlan í Hovi og við Miðnámsskúlan í morgun, nú serbreytin hevði sín fyrsta skúladag.

Miðnámsskúlin í Suðuroy: Yvirskipaða málið við serbreytini er at geva ungum við serligum avbjóðingum møguleika at nýta sínar gávur og førleikamenna seg út frá tí støði, tey eru á.

Undirvísingin miðar eftir at menna sjálvstøðuga lívsførslu, so at næmingurin við lokið skúlaskeið hevur ment førleikar at skapa sær eitt innihaldsríkt og virkisført lív við ávirkan á egin lívskor. Hvat ítøkiliga verður arbeitt við, veldst um førleikarnar hjá tí einstaka næminginum.

Møguleiki er t.d. at arbeiða fram móti ávísum yrki. Útbúgvingin er ætlað at vara upp til 4 ár, og undirvíst verður í smáum bólkum. 

Í løtuni eru tvey pláss tøk á serbreytini á Miðnámsskúlanum.

Serbreytin húsast í skúlanum í Hovi, men ætlanin er at brúka alla oynna sum skúlastovu, og soleiðis gera brúk av teimum møguleikum, ið eru her. Serbreytin fer eisini at hava eitt tætt og natúrligt tilknýti til skúlan og skúlalívið í Porkerishaganum.

Miðnámsskúlin ynskir nýggju næmingunum vælkomnum við vón um at tit fara at mennast og trívast á skúlanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo