At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Jan á Christiansborg við bringumynd av langabbabeiggja sínum C.T. Zahle, ið var danskur forsætismálaráðharri

Jan á Christiansborg við bringumynd av langabbabeiggja sínum C.T. Zahle, ið var danskur forsætismálaráðharri

Jan á Christiansborg við bringumynd av langabbabeiggja sínum C.T. Zahle, ið var danskur forsætismálaráðharri

Fyrr í mánaðinum gjørdist Jan Müller sjeyti ára gamal. Jan, ið er havnamaður, var sonur Eiden og Miu Müller. Pápi Jan, Eiden, var blaðmaður við víðum útsýni við nógvum kontaktum úteftir, og hevur hetta ivaleyst vakt nakað í Jan. Miðlar og ein stórur áhugi í føroyskum, og ikki minst altjóða viðurskiftum, hava altíð fylt nógv hjá Jan.

Jan er ikki hálvur, har hann er. Hann er, sum tey ungu vildu sagt, «all in», tá hann fer í holt við okkurt.

Hann gjørdist journalistur, og var ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum í meira enn 30 ár. Har setti hann nógv spor. Jan menti Sosialin frá einum smølum floksblaði, ið so at siga bert prædikaði fyri teimum politiskt frelstu í Javnaðarflokkinum, til eitt modernað miðlahús, ið dekkaði øll samfelagsviðurskifti professionelt og sakligt á fleiri miðlum. Tey tøk, ið Jan tók fyri at broyta Sosialin til Miðlahúsið, hava æruna av, at Sosialurin ikki fór sama veg í gloymskuna, sum øll hini smølu floksbløðini.

Tað munnu verða fá, ið eru so íðin sum Jan at fylgja altjóða viðurskiftum. Hann var primus motor, tá Sosialurin stóð á odda fyri føroyska partinum av altjóða savningini um at fáa Nelson Mandela úr fongsli. Tað var ein stórur dagur hjá Jan, tá Mandela var leyslatin, og hann sendi eina bók um Føroyar til Mandela, tá hann kom úr fongslinum. Jan var sera fegin um, at hann fekk eitt takkarskriv í hesum sambandi.

Jan og Sosialurin vóru eisini sera virkin í nítiárunum, tá tað var eitt hart trýst m.a. í Bretlandi at boykotta føroyskar fiskavørur vegna grindadráp. M.a. stóð Jan saman við øðrum fyri einari undirskriftsinnsavning við fleiri túsund undirskriftum, ið blivu latnar bretsku stjórnini.

USA er eitt land, ið Jan altíð hevur hildið nógv av. Pápi hansara, Eiden hevði eitt gott samband við William McCormick Blair, ið var amerikanskur sendiharri í Danmark, og í samband við eina vitjan heima hjá Eiden fekk húskið bókina «Profiles in Courage» av John F. Kennedy. Hesa bók las tann ungi Jan á tamb, og helst er ein neisti kveiktur tá.

Hansara stóri áhugi í USA kemur serliga til sjóndar tá val er hinumegin hav. Tá fylgir eingin so væl við sum Jan, og hansara entusiasma og spenningur smittar av til øll rundanum hann. Hann fær Jet lag til hvørt forsetaval, tí hann situr uppi um næturnar og fylgir við.

Seinnu árini er tað olja, gass og orka í breiðari merking, ið hava fylt nógv hjá Jan. Sum stjóri í FOÍB hevur hann gjørt eitt megnararbeiði at hildið áhugan fyri Føroya økinum uppi, hóast avbjóðandi tíðir í olju- og gassvinnuni. Hann eigur gjøgnum sína skriving á oljan.fo og gjøgnum stóra bókaverkið Oljan, sum hann skrivaði saman við Trónduri Djurhuusi, sína æru av, at vit hava so nógv gott tilfar um hesa vinnu til taks, og at føroyingar sum heild, helst vita meiri um hesa vinnu, enn europerarar flest.

Jan er ein idealistur við einari sterkari rættvísiskenslu. Hann arbeiðir hart fyri tí, hann trýr uppá, og hann letur ikki skeivleikar um seg ganga. Hann er framúr vertskapsmaður, ein trúfastur og góður vinur, og allarfremst ein familjumaður.

Nú hann fer um tey sjeyti, so er framvegis ferð á í hansara virksemi í FOÍB og hansara skriving. Vit ynskja honum nógv virkin ár afturat. Í einari tíð, har forsetar og borgarstjórar verða valdir, sum tátta væl í áttati, so er lag á manni hjá Jan at halda fram við góða arbeiðnum í mong ár afturat.

Við hesum vilja vit ynskja vinmanninum og kolleganum hjartaliga tillukku við teimum sjeyti árunum.

Tommy, Ben og Louis

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo