At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

MEST: Sáttmáli var í dag undirskrivaður millum MEST og svensku fyritøkuna MINESTO. Við hesi avtaluni skal MEST veita tænastur til Minesto í samband uppsetan og rakstur av sjóvarfalsverkinum í Vestmannasundi komandi árini.

 

Orkuverkini sum verða sett í Vestmannasund, líkjast tveimum undirvatnsdrekum, verða grundfest á ein pall á 50-60 metra dýpi. Drekar verða síðani tjóðraðir í botnin og fara at sveima á 20 - 40 metra dýpi. Drekarnir koma at “flúgva” gjøgnum sjóvarfalsrákið í einum áttatalsmynstri fyri at framleiga orku, sum kann endurnýggjast og brúkast beinleiðis á el-netinum í Føroyum. Hvør dreki er fimm metrar langur og vigar umleið 2 tons.

MEST skal lutvíst verða við til at byggja og uppseta ymiska útgerð í samband við verkætlanina. Somuleiðis veitir MEST hølir, útgerð og arbeiðsmegi til Minesto.  

“Í fjør fingu vit avtalu í lag við týsku vindmyllu fyritøkuna Enercon um viðlíkahald av vindmyllum í Føroyum. Við hesi nýggju avtaluni við Minesto hevur MEST tikið enn eitt stig sum veitari innan grøna orkuøkið. MEST hevur seinastu árini miðvíst økt um virksemið á landi. Vit hava seinastu árini havt nógv virksemi innan orkuøkið við millum annað fjarhita, SEV og orkuverkum”, sigur stjórin á MEST, Mouritz Mohr.

“Tað verður spennandi fyri MEST og okkara starvsfólk at verða við í eini spírandi vinnu har vit kunnu útvega okkum royndir, sum kunnu gerast áhugaverdar framyvir ”, endar Mouritz Mohr.   

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo