Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

MEST hevur staðið fyri sniðgeving og framleiðslu av eini 12 metrar høgari og 8,5 metrar breiðari A-Rammu umframt at íseta framkomna avlúsingarskipan á MS Martin hjá Bakkafrost. Harumframt hevur MEST – í kapping við 7 aðrar útlendskar skipasmiðjur – vunnið arbeiðið at umbyggja eitt supply skip til avlúsingarskip til virksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi.

Seinastu vikurnar hevur MEST staðið fyri størri umbygging á dekkinum á tænastuskipinum hjá Bakkafrost “MS Martin”. Í fyrstu atløgu er avlúsingarskipanin blivin útskift við eina nýggja av merkinum FLS, sum er ein av teimum mest framkomnu avlúsingar skipanum í heiminum. Talan er um eina skipan, sum fer serliga væl við laksinum.

Harumframt hevur MEST sniðgivið og framleitt eina sokallaða A-Rammu, sum skal brúkast til at stýra slangunum, ið koyra laksin út aftur í aliringin. A-Ramman er umleið 12 metrar høg og 8,5 metrar breið og ment av MEST júst í mun til tørvin hjá Bakkafrost. Sjálv A-Ramman er ísett og væntast endaliga arbeiði at verða liðugt í vikuni. Sum nakað serligt hevur MEST eisini ísett eina gangibrúgv á A-Rammuna – so at starvsfólk ómakaleyst kunnu koma so tætt at aliringunum sum møguligt.

Sum tað sæst á myndunum er talan um eina umfatandi verkætlan.

Nýggj verkætlan í gongd í juli – hesa ferð avlúsingarskip til Skotlands
Í kapping við 7 aðrar skipasmiðjur vann MEST í seinastu viku enn eina umbyggingarverkætlan fyri Bakkafrost. Henda verkætlanin snýr seg somuleiðis um umbygging av einum supply skipi (PSV) til avlúsingarskip (FFUV) til virksemið hjá Bakkafrosti í Skotlandi.

Ymiskar tillagingar skulu gerast – eitt nú skal dekkið skal reinsast fyri timbur og stál, og gerast klárt til at seta eina FLS – avlúsingarskipan á dekkið eins og nýggj MEST A-Ramma skal framleiðast og ísetast  (eins og MEST hevur sett í Martin M/s).

 4 Melcal dekskranar, spøl og spælkoppar verða settir í umframt at nógv hydraulikk arbeiði skal fremjast. Ávísar broytingar og tillagingar skulu eisini gerast í manningarrúminum og á brúnni.

“Hetta hevur verið ein umfatandi verkætlan, sum er eydnast sera væl. Vit gleða okkum nú um at fáa møguleikan at fremja eina líknandi verkætlan fyri Bakkafrost longu í juli – hesa ferð er tað umbygging av einum PSV’arar til tænastuskip til virksemi hjá Bakkafrost í Skotlandi”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo