At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

MEST: Seinastu vikurnar hava teir á MEST verið norðuri í Klaksvík og verið við til at skifta motorblokkin á Norðborg. Arbeiði hjá MEST gongur væl og tíðarætlanin heldur.

“Arbeiði gongur væl og tíðarætlanin heldur”, sigur Eivind Hansen, verkætlanarleiðari hjá MEST. “Vit hava fingið gamla motorblokkin út og verður nýggi motorblokkurin settur á fundamentið í skipinum í dag”.

Arbeiðið byrjaði fyrst juli og hava eini 7 mans verið við í toyminum hjá MEST í Norðhavnini í Klaksvík og arbeitt miðvíst við at fáa gamla motorblokkin úr Norðborg – og fáa nýggja motorblokkin settan á fundamentið í skipinum. Í ávísum pørtum av arbeiðinum vóru fólk frá KSS eisini við í MEST toyminum. Talan er um ein Bergen Diesel motor, sum er góðar 8000 HK til støddar og vigar 29 tons.

Arbeiðið hevur snú seg um at skera hol úr maskinrúminum fram í undirlast og síðani upp í yvirlast. Stórir skinnarar og koyribanar vóru síðani lagdir í skipið sum berandi stálkonstruktiónir. Eisini var neyðugt at byggja tveir gálgar fyri at lyfta blokkin upp í yvirlastina.  Til seinast var hol skorið í skipssíðuna á Norðborg og gamli motorurin fingin út gjøgnum síðuna.

Seinastu dagarnar hevur toymið so fingið nýggja motorblokkin, sum vigar 29 tons, inn í skipið og verður seinasta hond nú løgd á verkið, nýggi motorblokkurin er settur endaligt niður á fundamentið í skipinum á middegi í dag.

“Samstarvið millum MEST og KSS hevur gingið væl og vóna vit, at endaliga verkætlanin verður loyst til tíðina. Fyri at fáa slíkar avbjóðandi verkætlanir at eydnast er neyðugt við neyvari tilrættaleggjan og fyrireiking av arbeiðinum – ikki minst tá tað snýr seg um trygdarviðurskiftini”, sigur Eivind Hansen, Verkætlanarleiðari á MEST at enda.
Samlaða verkætlanin verður væntandi liðug síðst í august so at Norðborg kann koma aftur til fiskiskap.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo