Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hóskvøldið skal Runavíkar býráð viðgera eina umsókn frá skipasmiðjuni Mest um loyvi at sleppa at byggja nýggja turrdokk á Skála. Tað skrivar Kringvarpið.

Mest hevur havt ætlanir um at byggja turrdokk á Tjørnunesi, men tann ætlanin tykist slept.

Upprunaliga ætlanin frá 2017 um innilokan av verandi dokk kravdi broytingar í býarplanini og byggisamtykt, tí talan skuldi vera um ein bygning, sum bleiv 50 metrar høgur. Á skránni fyri býráðsfundin hóskvøldið er eisini broyting av býarplani við Mest á Skála.

Mouritz Mohr, stjóri í Mest, hevur ikki viljað gjørt viðmerkingar, sigur Kvf.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo