Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

MEST hevur í dag gjørt avtalu við Dansk PE Svejsning um yvirtøku av PE Sveising Føroyar. Somuleiðis er sáttmáli undirskrivaður millum fyritøkurnar um samstarv, sum snýr seg um útbúgving av fólkum á MEST og um útrokningar av dimensiónum og tekniska ráðgeving.  

Dansk PE Svejsning hevur meiri enn 20 ára royndir innan økið og hevur veitt nógvar loysnir til kommunur, biogass virkir og onnur. Í Føroyum hevur PE Sveising Føroyar staðið fyri nýggja biogass virkinum “Førka” hjá Bakkafrost – umframt at hava veitt loysnir til bøndur og skip. Sum tað sæst á myndunum er talan mangan um størri konstruktiónir. Talan er um eina fyritøku, sum veitir kappingarførar vørur og tænastur – og er fyritøkan tvær ferð tilnevnd sum sokallað gazellefyritøka.

Í samband við avtaluna er David Leifsson, sum higartil hevur starvast hjá PE Sveising, settur í starv á MEST. David verður formaður á nýggju Plast deildini á MEST í Runavík. Goymsla og skrivstova verður somuleiðis á MEST Runavík og hevur deildin longu nógv at gera. David hevur 10 ára royndir innan plastsveising og er góðkendur (sertificeraður) plastsveisari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo