Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Kvøldskúlin er væl umtóktur. Ongantíð áður hava so nógv teknað seg til skeiðini, sum skúlin bjóðar út í vetur. Tá ið freistin at tekna seg til skeið var úti fyrr í september, hevði skúlin fingið 3261 tilmeldingar.

Nógvir næmingar eru longu farnir til verka. Sum nú er, standa 403 næmingar á bíðilista til bæði eitt og annað skeið. Serliga handarbeiði er høgt í metum. Bíðilisti er til dømis til brodering, horn-, bein- og steinarbeiði.

Alt árið í fjør vóru 2659 næmingar knýttir at skúlanum.

Fleiri enn 40 nýggj skeið eru boðin út í nýggjasta faldaranum, sum varð sendur øllum húsarhaldum í Tórshavnar kommunu herfyri. Nevnast kunnu støddfrøði-C, trygdarskeið til vápnaloyvi, portugisiskt har ein tilflytari, sum hevur lært føroyskt á kvøldskúlanum, undirvísir, seyming fyri kvinnur í barnsburðarfarloyvi, føroyskt bátasmíð, har smíðað verður eitt 5-mannafar eftir gomlum tekningum, kvinnukór, binding, tøving og brodering og ymiskt handarbeiði í Nólsoy. Eisini í Kollafirði eru nýggj skeið á skránni, millum annað fara tey at seyma møtlar í vetur.

Fleiri styttri skeið eru eisini løgd aftrat rúgvismikla útboðnum. Nevnast kunnu fínari køkur fyri tvey ættarlið. Hetta skeiðið er bert ein dag. Og skeiðini heilsugóður gerandiskostur og lær at gera bomm fyri tvey ættarlið eru eisini liðug eftir einum degi. Tey bæði skeiðini matgerð fyri rættar menn og filmsviðger vara í tveir dagar og verkstova fyri sangskrivarar fýra dagar.

Tilmeldingin til várskeiðini er opin fram til 20. november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo