Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vaðhorn Seafood á Strondum hevði eitt gott ár í fjør. Úrslitið áðrenn skatt var nærum 8 milliónir krónur og eftir skatt 6,4 mió kr.

Á heimasíðuni sigur Vaðhorn, at talan er um met, bæði tí framleiðslan rakk heili 6.400 tons av vøru og sølan rundaði tær 200 milliónirnar.

Tey um 100 starvsfólkini fingu góðar 25 milliónir krónur í lønum og fíggjarstøðan javnvigar við nærum 99 milliónum, harav eru 15,5 milliónir eginpeningur.

Rentuberandi skuldin er framvegis rímuliga høg, og tí fara stívliga 3,5 mió kr til fíggjarligar útreiðslur.

Roknskapurin er fyri árið í fjør og endaði tí áðrenn korona støðan íkom. Í frágreiðingini verður fyrivarni tikið fyri, at góða gongdin kann fara at verða ávirkað av støðuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo