Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað búgva 1.411.778.724 (yvir 1,4 milliard) fólk í Kina.

Samtíðis vísur nýggja fólkateljingin at tað ikki hava verið so fáir barnsburðar í landinum í nýggjari tíð.

Kina hevur fólkateljing hvørt tíggjunda ár.

Í dag eru tølini fyri 2020 løgd fram av hagstovuni í  landinum.

Nýggja teljingin vísur at fólkatalið er økt við 72 milliónum síðani seinastu fólkateljing í 2010.

Samtíðis vísur statistikkurin at vøksturin er nærum steðgaður upp. Árligi fólkavøksturin er nú 0,53 prosent, móti yvir 2 prosentum í 1980-unum.

Og útrokningar vísa at seinasta fólkateljingin helst er toppurin í fólkatalinum.

The Economist skrivar at sambært floksblaðnum Global Times fer fólkatalið helst at minka næsta ár.

Fram móti ár 2100 verður mett at fólkatalið í Kina fer at minka við um 750 milliónum, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo