Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað lógu 2,2 milliónir krónur eftir til eigararnar av smápartafelagnum Hjálpirót tá hvør hevði fingið sítt, eisini almennu kassarnir, sum kundu heysta hálva millión í partafelagsskatti av yvirskotinum.

Úrslitið skal síggjast í mun til 'einans' 852 túsund krónur árið fyri og annars eitt miðalúrslit uppá 320 tkr seinastu 17 árini sum yvirlitið hjá Vinnuvitan vísir. Tá er metárið í fjør íroknað.

Eisini bruttovinningurin er nógv øktur seinastu árini. Hann var 10,7 mió kr í fjør í mun til smáar 8 mió kr árið fyri og ein miðalbruttovinning uppá 4,3 mió kr fyri øll árini.

Lønarútgjaldingarnar vóru 7,3 mió kr í fjør.

Felagið er væl fyri við eini fíggjarstøðu uppá 12 mió kr og eini eginogn uppá 5,7 mió kr.

Høvuðsvirksemi felagsins er at reka ráðgevandi tænastuveiting, urtagarðsvirksemi, entreprenørvirksemi og annað virksemi í hesum sambandi.

Sjúrður Richard Samuelsen Jacobæus er stjóri í smápartafelagnum Hjálpirót.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo