Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað er nærliggjandi at hugsa, at tað er nógva virksemið í landinum, ikki minst innan byggivinnuna, sum sæst aftur í tølunum hjá fyritøkum sum partafelagnum Løvubetong á Norðskála.

Felagið velur ikki at upplýsa sølu og framleiðslukostna, men bruttovinningurin var 21 milliónir krónur, sum eru 3 mió kr meira enn árið fyri, sum tá var besta árið í yvirlitinum hjá Vinnuvitan.

Løvubetong megnaði at vaksa um bruttovinningin uttan at vaksa stórvegis um samlaðu útreiðslurnar - tær 8,8 mió kr sum fóru til starvsfólkakostnað var heldur meira enn árið fyri, hinvegin minkaðu avskrivingar og rentur. Tí lógu heilar 8,8 mió kr eftir til eigararnar tá landið hevði fingið nærum 2 mió kr í partafelagsskatti.

Fíggjarstøðan javnvigar við 75 mió kr, harav eginognin er 41 mió kr.

Løvubetong hevur goldið eigarunum út vinningsbýti á 3 mió kr seinastu nógvu árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo