Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í dag koma umleið 18.000 skamtar av koppingarevni til Føroyar. Hetta er met, tí ongantíð áður eru komnir so nógvir skamtir til Føroyar í einum. Fyrrapartin í morgin verða fleiri tøkar tíðir til koppseting á korona.fo.

Komandi vikurnar kemur nógv koppingarevni til Føroya. Tilsamans koma slakir 34.000 skamtar í juli. Megin orsøkin til stóru nøgdina av koppingarevni, sum kemur til Føroyar er, at Danmark hevur keypt 1,17 mió. skamtar av koppingarevninum Pfizer-BioNTech frá Rumenia.

Stóru nøgdirnar hava eisini við sær, at munandi fleiri tíðir verða tøkar til koppseting. Sjúkrahúsverkið fer tí at koppseta allar dagar komandi tíðina.

Somuleiðis verður tíðarskeiðið millum fyrra og seinna prik stytt frá 28 døgum niður í 21 dagar. Hetta fer at hava við sær, at fólk verða skjótari liðugt koppsett, og harvið betri vard móti smittuni. Tað ger mun, nú nýgga Delta-frábrigdið eisini hevur tikið seg upp í Føroyum.

Koppsetingarkalendarin verður samstundis framskundaður tvær vikur. Nú verður roknað við, at øll, sum eru 16 ár og eldri, verða liðugt koppsett í viku 34 (t.e. 23.-29. august). Hesi skuldu annars eftir ætlan verið liðugt koppsett í viku 36. Øll hava væntandi fingið í boði fyrstu koppsetingina áðrenn ólavsøku.

Til ber at bíleggja tíð til koppseting á korona.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo