Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tilsamans vórðu 54,5 milliónir krónur lumpaðar frá góðvarnum bankakundum í fjør. Tað er meira enn nakrantíð og 2,5 mió kr meira enn árið fyri, skrivar Finans.

Málini vóru tilsamans 1.970 í tali samanborið við 1.452 árið fyri.

Tølini eru fyri samlaða danska bankasektorin, har føroysku peningastovnarnir eisini eru partur.

Eitt sera vanligt mál er ein eldri kvinna, sum verður ringd upp av einum, sum sigur seg ringja frá bankanum, og sum biður hana um nakrar upplýsingar. Við hesum upplýsingunum fær svikarin atgongd til kontuna hjá kvinnuni.

- Tað er bara eitt ráð sum riggar, og tað er ongantíð at geva nakrar upplýsingar frá sær. Bankin ringir ongantíð og biður um slíkar upplýsingar, sigur Michael Busk-Jepsen frá Finans Danmark.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo