Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Desember er vanliga tann mánaðurin við flest løntakarum. Í ár er einki undantak. Tað vóru góð 28.050 í løntakaraskaranum í desember. Tað er met og eisini fyrstu ferð, at løntakaratalið er farið upp um 28.000 ein einstakan mánað.

Tað eru 330 fleiri løntakararar samanborið við desember í 2020, ið svarar til ein vøkstur upp á 1,2%.

Hóast ein vøkstur í mun til desember í 2020 vísir trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, at lítil og eingin vøkstur hevur verið seinastu mánaðirnar.

Menn og kvinnur
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. 

Í desember vóru 14.475 menn og 13.581 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 100 fleiri menn og fleiri enn 200 kvinnur enn sama mánað árið fyri.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo