Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Undir hinari samgonguni spurdi blaðstjórin í Miðlahúsinum, hvussu nógvar umsóknir hann skuldi senda um miðlastuðul, men nú Rigmor hevur lagt uppskotið fram, nú behøvist blaðstjórin ikki at senda nakað hoyringssvar.

Tá ið uppskotið var lagt fram, so segði Rigmor Dam, at hon hevði tosað við sín gamla blaðstjóra á málgagni Javnaðarfloksins, um ymisk viðurskifti, millum annað hvussu nógv tað kostaði at fáa málgagnið hjá teimum, Sosialin, útbornan - einar 2,5 milliónir krónur var svarið frá blaðstjóranum.

Mentaráðkvinnan, sum er landsstýriskvinna fyri tónleik og myndlist og søvn og skúlar, avdúkaði eisini undir orðaskiftinum, at hon umsitir fleiri sansir enn so, millum annað eisini luktisansin:

- Øll herinni eru væl samd í, at tað hevði verið harmiligt, hvissi vit fóru at keypa um kvøldarnar, og bløðini ikki lógu har og luktaðu av nýggjari og frískari prentsvertu, og vit kundu keypa eina avís heimvið, vóru orðini sum tey fullu av tingsins røðarapalli í hesum álvarsmáli henda dagin.

Her eru hoyringssvarini

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo