Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Mentanarnevndin í løgtinginum heldur, at stuðulin skal brúkast á redaktiónini og ikki til el, hita, húsaleigu og annan vanligan rakstur.

Í álitinum, sum er komið frá nevndini, verður sagt, at orðingin í lógaruppskotinum "skjalprógvaðar rakstrarútreiðslur" eigur at broytast til "skjalprógvaðar lønarútreiðslur".

Harvið leggur nevndin seg uppat summum av sjónarmiðunum í hoyringsskrivunum.

Upprunaliga var ætlanin, at tað nógva av stuðlinum skuldi fara til blaðútbering. Men fleiri vístu á tað lítið visionera í at avmarka stuðulin á henda hátt. Hartil var eisini eitt element av órættvísi við í myndini, tí bløðini, ella rættari tað eina blaðhúsið, hevði farið við tí mesta.

Víst var á, at onnur lond júst vóru farin frá at fordeila stuðul til privatar miðlar á henda hátt.

Síðani varð roynt at orða uppskotið øðrvísi, og veita stuðul til allar rakstrarútreiðslur. Men tað var jú tað sama sum at hella gamalt vín á nýggjar fløskur, tí dastið av stuðlinum fór framvegis til dýra og gamaldags háttin at miðla - nevniliga blaðútberingina, vístu hoyringspartar á.

Fleiri vístu á, teirra millum vit á VP, at einasta rætta er at stuðla kreativa partinum av einum miðli - altso lønum til starvsfólk á miðlinum. Og hesum tykist mentanarnevndin at hava lurtað eftir.

Øll nevndin tekur undir við álitinum uttan Jógvan á Lakjuni, sum ætlar at taka støðu í tingsalinum, tá uppskotið kemur til atkvøðugreiðslu.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo