Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Miðnámsrit er greinasavn, sum viðger námsfrøðiligar og fakligar spurningar og meting í undirvísing og læring. 

- Tað hendir nógv spennandi á miðnámsskúlaøkinum og í føroyska skúlanum sum heild. Nógv hevur almennan áhuga, og tí geva vit hesa bók út. Til rannsakan og sjálvrannsakan. Í bókini eru 22 greinir.

Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson hava ritstjórnað. Føroya Handilsskúli gevur hana út. Ein av greinunum í bókini er um málstríðið á miðnámi, sum ikki er av enn. Greinin er endurgivin niðanfyri.

Málstríðið á miðnámi
Í hesum døgum – í juni 2015 – eru 40 ár síðan, at 12 næmingar á Studenta¬-skúlanum í Hoydølum ikki fingu prógv, tí teir vildu ikki skriva undir eina fráboðan, har teir góðkendu, at svarið, sum teir skrivaðu á føroyskum í próvtøkuni í sam¬felagsfrøði, bleiv dømt eftir einari umseting til danskt.

Árið fyri – í 1974 – vóru tveir næmingar, ið ikki vildu tosa danskt til munnligu próvtøkuna í samfelagsfrøði, og tá ið próvdómarin, ið var settur, ikki skilti føroyskt, kundi hann ikki geva met fyri avrikið. Í 1975 var skrivlig próvtøka í samfelagsfrøði, og myndugleikarnir, sum vistu, at fleiri næmingar kravdu at sleppa at skriva á føroyskum, royndu at loysa málið. Soljóðandi skriv varð býtt út ímillum næmingarnar at skriva undir:

Undertegnede erklærer sig herved indforstået med, at min besvarelse af denne opgave på færøsk bliver bedømt på grundlag af en oversættelse til dansk.

......................................

Sum skilst, fekk hetta ikki stórvegis avleiðingar fyri tey 12, sum ikki skrivaðu undir. Fleiri av teimum tóku hægri útbúgvingar. Men eftir tær óhepnu hendingarnar í 1974 og 1975 var so stórt trýst á myndugleikunum, at hetta kundi ikki halda fram; og síðani 1976 hava næmingar á føroyskum miðnámi ótarnaðir kunnað nýtt móðurmálið til próvtøkurnar. Tað stóð ikki á at finna skikkaðar próvdómarar, sum dugdu føroyskt. Men hví skuldi uppreistur frá næming¬unum til, áðrenn myndugleikarnir tóku seg saman at loysa málið?

Miðnámsflokkurin
Hóast skúladepilin einki hevur við málstríð at gera, so er søgan um Marknagilsdepilin ikki heilt ólík málstríðnum. Hugskotið við deplinum var, at tríggir miðnámsskúlar skuldu húsast í honum, men onkursvegna fekst ikki politisk semja um hetta, og á vári í 2007 fór ein verk¬ætlan í gongd at gera ein skúladepil við Marknagil, har Handilsskúlin og Tekniski skúlin skuldu húsast, men har Studentaskúlin ikki var við.

Í januar 2008 var løgtingsval. Tá stillaði ein nýggjur flokkur upp, ið nevndist Miðnáms-flokkurin. Hann hevði eitt mál á valskránni, sum var, at allir tríggir miðnámsskúlarnir skuldu vera við í Marknagilsdeplinum. Miðnámsflokkurin slapp framat í miðlunum, og Marknagilsdepilin varð drigin upp í valstríðið. Hinir flokkar¬nir gjørdust so bangnir fyri hesum nýggja flokkinum, at teir allir sum ein boðaðu frá, at teir tóku undir við, at allir tríggir miðnámsskúlarnir skuldu vera við í Marknagilsdeplinum.

Miðnámsflokkurin fekk ongan mann inn á ting; men hann hevði tvingað hinar flokkarnar at taka støðu, og so var eingin vegur aftur. Marknagilsdepilin kemur við øllum trimum mið¬námsskúlunum í einum. Um tað so var ein røtt avgerð, er ein heilt annar spurningur, sum ikki skal verða viðgjørdur her.

Enn sum áður er lítið undirvísingartilfar á føroyskum
Í fyrsta Miðnámsriti frá mars 2014 kundu vit lesa um kanning, sum varð gjørd av undir-vísingartilfarinum á føroysku miðnámsskúlunum. Kanningin vísti, at 80% av tilfarinum var danskt. Tá ið kanningin kom út, vóru onkrar samrøður í útvarpinum, og onkur tók tað upp á facebook. Ein næmingur, ein lærari, stjórin á Námi og ein rektari úttalaðu seg um standin, og tey harmaðust øll. Annars valdaði tøgn – knúsandi tøgn. Eingin spurdi, hvat Menta¬mála¬ráðið, politisku flokkarnir, fakfeløgini hjá lærarum og onnur, ið vara av miðnámi, høvdu upp á hjartað í hesum sambandi. Enn hevur eingin meldað út, hvat tey ætla at gera við henda trupulleika, ið mest minnir um eina anakronismu, um vit hugsa um málstríðið fyri 40 árum síðan. Rætt skal vera rætt, Nám roynir; men stovnurin hevur sera lítla játtan, sum ikki røkkur langt.

Í sama Miðnámsriti í mars 2014 var ein onnur grein, sum vísti á, at í veruleikanum kostar tað samfelagnum einki at gera meiri føroyskt tilfar:

Tá ið vit tosa um, hvat loysir seg, er sostatt umráðandi at taka nyttuvirðið av føroysk¬um tilfari við. Um vit venda eyguni móti kostnaðarsíðuni, so kostar tað at gera eina bók. Rithøvundarnir skulu hava løn, so kemur rættlestur, sniðgeving, perma, myndir, umbróting, prentumsiting og annað. Men alt arbeiðið er í landinum, og vit halda lív í fleiri virðismiklum fakum. Lærubókarithøvundar eru ofta lærarar, sum vita og hava eina meining um, hvussu ein lærubók skal leggjast til rættis. Fakliga er hetta sera mennandi, og tað er gott fyri skúlan og fyri samfelagið.

Í pengarenslinum (búskaparligu ring¬rásini) fara pengarnir av einari føroyskari bóka¬útgávu úr einum búskaparligum geira í annan. Um Nám gevur bókina út og fíggjar hana, fara pengarnir í fyrstu atløgu úr lands¬kassanum sum løn og gjald til fyritøkuna, ið ger bókina, sum aftur rindar starvsfólkum sínum løn.

Øll hesi gjalda skatt av inn¬komuni og avgjald, tá ið pengarnir verða brúktir; hesin partur kemur innaftur í lands¬kassan. Tá ið næmingarnir keypa bókina, kemur nakað innaftur tann vegin. Beinleiðis inn¬flutningur er næstan eingin. Fyri at tryggja nyttuna av føroyskum skúlabókum átti søluprísurin at verið hildin lágur, tí tað kostar samfelagnum einki; tað er bara eitt gjald frá húsar¬hald¬um til for¬lagið, og lægri prísurin er, fleiri fáa nyttu av bókini.

Men velja vit í staðin at keypa útlendskar lærubøkur, fer allur peningurin beinleiðis av landinum. Vit missa ikki bara tað. Evnarík fólk í landinum sleppa ikki at menna síni evni at skriva ella gera annað arbeiði, ið hoyrir til eina bókaútgávu, og næmingarnir fáa ikki bøkur, sum eru skrivaðar til teirra.

Nøkur uppgávusett eru framvegis á donskum
Vit kunnu spyrja, hvussu málsliga støðan er inni í flokshølunum nú á døgum. Næmingar tosa føroyskt í skúlastovunum, og skulu í flestu førum upp til próvtøku, har teir sleppa at brúka móðurmálið; men enn eru nøkur uppgávusett á donskum í føroysku miðnáms-skúlunum. Vit kunnu nevna danskt A og støddfrøði A og B og so nakrar lærugreinir, ið sera fáir næmingar hava: franskt A, spanskt A, týskt A, latín A, tøknifrøði B, alisfrøði A, evnafrøði A, lívfrøði A og tónleik A. Tað vil siga, at lærari og næmingar tosa eitt mál í flokshølunum, men næmingarnir fáa uppgávur á fremmanda máli, ið eru ætlaðar til næmingar í øðrum landi, tá ið teir skulu upp til skrivliga próvtøku í ¬nevndu læru¬greinum. Hetta samsvarar illa við nútímans náms¬frøði, og próvtøkan verður tískil minni eftirfarandi og minni álítandi.

Námsfrøðiliga útbúgvingin er á donskum – eisini verkligi parturin
Lærarar á føroysku miðnámsskúlunum skulu taka námsfrøðiliga útbúgving. Í Miðnáms-riti í september 2014 eru tvær greinir um hesa námsfrøðiligu útbúgvingina (stytt NÚ). Seinastu árini síðani 1999 hava lærarar úr Danmørk (Syddansk Universitet) undirvíst føroyskum mið¬námslærarum. Har verður undirvíst á donskum, og tað kemur fyri, at kravt verður, at kjak ímillum føroyskar lærarar skal vera á donskum, tí at tey, sum standa fyri NÚ ikki skilja føroyskt, og tískil verður kjakið skert, stirvið og deydligt.

Sjálvt um vit hava føroyskar lærarar á Fróðskaparsetri Føroya, ið kunnu undirvísa á ástøði¬liga partinum, so letur Mentamálaráðið fólk undirvísa, ið ikki skilja føroyskt. Hetta má tulkast soleiðis, at Mentamálaráðið ikki hevur álit á einum stovni undir ráðnum. Tað harmiliga í øllum hesum er, at eingin ger vart við støðuna. Eingin talar at alment, hvørki kandidatar, fakfeløg hjá miðnámslærarum ella skúlaleiðslurnar – aftur knúsandi tøgn.

Sum partur av námsfrøðiligu útbúgvingini skulu lærarar undirvísa í 10 vikur á einum fremmandum skúla.

Í hesum sambandi eru 95% av føroysku lærarunum noyddir at fara til Danmarkar ella annað land at taka tann verkliga partin í námsfrøði, tí at Mentamálaráðið krevur tað. Her skulu føroyskir lærarar læra at undirvísa útlendskum næmingum á fremmandum máli fyri at vera førir fyri at undirvísa føroyskum næmingum á føroyskum í Føroyum, hóast øll áttu at vitað, at í námsfrøði er málið tað týdningarmesta amboðið.

Á sumri 1999 kunngjørdi landsstýrismaðurin eina kunngerð um námsfrøðiliga útbúgving fyri lærarar í vinnuskúlum og miðnámsskúlum. Við hesum tók Undirvísingar- og mentamála¬stýrið studentaskúlalærararnar við í eina felags námsfrøðiliga útbúgving. Hugskotið at hava eina námsfrøðiliga útbúgving fyri allar lærarar á miðnámi og yrkisnámi er helst grundað á, at tað skal vera smidligt at flyta ímillum skúlar ella at undirvísa í fleiri skúlaformum. Sæð við handilsskúlaeygum var tó eitt afturstig við hesi avgerð, tí nú var tað ikki longur eitt krav, at um tú skuldi undirvísa á Handilsskúlanum, so skuldi tú hava eina grundútbúgving í búskapi, handilsskapi og løgfrøði, sjálvt um tú undirvísti í máli ella søgu. Hetta hevði verið ein partur í handilsfaklæraraútbúgvingini, tí í Handilsskúlanum er tvørfaklig undirvísing og tvørfaklig læring gomul siðvenja. Og hetta hendir í eini tíð, har myndugleikarnir sam¬stundis krevja meiri tvørfakliga undirvísing í skúlaverkinum. Niðurstøðan av hesi óhepnu tilgongd er, at høgra hond veit ikki, hvat vinstra ger.

Í 2002 kom nýggj kunngerð frá Mentamálaráðnum, sum tað nú æt. Hvørki kunngerðin frá 1999 ella tann frá 2002 siga nakað um, at verkligi parturin ikki skal vera í Føroyum. Kortini hevur Mentamálaráðið við skiftandi landsstýrismonnum og –kvinnum havt tann politikk, at so at siga allir lærarar skulu av landinum at taka verkliga partin (føroysklærarar undan¬tiknir). Tað paradoksala í hesum er, at so leingi vit høvdu eina skipan eftir donskum reglum, virdu danskir embætismenn og –kvinnur í SEL (statens erhvervspædagogiske lærerud¬dannelse), at vit vóru føroyingar, og at undir¬vísingar¬málið í Føroyum er føroyskt. Men so skjótt, sum vit fingu føroyska kunngerð á øki¬num, kundi verkligi parturin ikki takast í Føroyum longur, men lærarar, sum skulu undir¬vísa í føroyskum skúla, skulu av landinum at taka verkliga partin á einum fremmandum máli og í fremmandum umhvørvi. Lærarar í hópatali hava latið sær hetta lynda, meðan fakfeløg¬ini hjá teimum ikki lata við seg koma, og politiska skipanin letst ikki um vón.

At fáa virði fyri pengar
Eitt orðafelli í búskapi er spurningurin um at fáa virði fyri pengar. Tað sipar til, at tá ið av¬gerðir skulu takast um at keypa eina vøru ella tænastu, so skal hon (vøran ella tænastan) ikki kosta meira enn tað, sum nyttuvirði á henni er fyri keyparan, ið kann vera privatpersónur, fyri¬tøka, land ella kommuna. Hetta er sama hugsan, sum vit kenna frá cost-benefit metingum. Tá ið landið og kommunur brúka pengar til skúlar, havnir, vegir ella heilsuverk, so er tað ein meting um, at vit fáa nyttu fyri pengarnar, sum er meiri enn tað, sum tað kostar.

Um vit brúka henda hugsanarhátt til politikkin hjá Mentamálaráðnum at senda næstan allar miðnámslærarar av landinum at taka verkliga partin í námsfrøði, so kunnu vit um kostnað¬ar¬síðuna siga, at hetta er sera dýrt. Lærarin skal hava fulla løn, meðan hann er burtur, og tað almenna skal eisini gjalda uppihaldið hjá honum og løn til avloysara. Men tað er ikki bara dýrt fyri landskassan. Summir av lærarunum hava børn í barnagarðsaldri ella skúlaaldri, og tað er ikki bara sum at siga tað hjá øllum at fara av landinum í 10 vikur. Hetta er eisini dýrt fyri samfelagið sum heild. Hyggja vit at inntøkusíðuni, sum her svarar til nyttuna av verkliga partinum, er hetta virðið sera ivasamt. Lærarin skal undirvísa út¬lendskum næmingum á fremmandum máli, og tað líkist ikki akkurát teimum umstøðum, sum hann skal undirvísa undir, tá ið hann kemur heimaftur. Politikkurin at senda mið¬námslærarar av landinum at taka verkliga partin stendur seg tískil illa í einari cost-benefit meting: Tað kostar nógv, og nyttan er lítil.

Hvat skal til at venda gongdini?
Øll, ið vara av miðnámi, eru noydd at seta seg niður og orða okkurt slag av visjón, hvat ið vit ætla við miðnámsskúlunum. Her skulu átøk til, sum bøta um málsligu støðuna, her skal umframt visjón eisini aktión til. Vit kundu lært av málstríðnum hjá studentunum.

Um politiski myndugleikin ikki vaknar, so mugu næmingar purra út. Vit hava sæð, at tað hjálpir, tá ið næmingar taka seg saman at mótmæla – málstríðið í Hoydølum er eitt av mongum fordømum, og Miðnámsflokkurin er eitt annað.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo