Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

- Hví fáa næmingar so nógvar karakterir í framhaldsdeildini og á miðnámi? Mett verður, at ein næmingur, sum tekur trý ára miðnám, fær umleið 450 karakterir frá og við 7. flokki til og við 3.g.

Men hava tey, sum geva næmingum karakterir fyri líkt og ólíkt, hugsað um, hvat hetta ger við næmingin? Og læringina?

Tað spyr Miðnámsrit, sum júst er útkomið. Niðurstøðan er, at tað ber til at minka um karakterøðina.

Meir enn 30 ára gransking vísir, at karakterfrí undirvísing saman við dygdargóðari kvalitativari eftirmeting geva eitt betri læringsumhvørvi. Royndir í Føroyum og aðrastaðni benda á tað sama. Skúlaleiðslur og lærarar vita hetta, men í verki gera vit ikki tað, sum granskarar mæla til.

Miðnámsrit viðgerð eisini tey fremmandu í skúlanum.

- Heimurin broytist, og fleiri skúlanæmingar í Føroyum eru føddir og uppvaksnir uttan fyri Norðurlond. Men hvussu upplivir tú at ganga í føroyskum miðnámsskúla, tá ið tú ikki hevur føroyskt sum móðurmál, og ikki skilir danskt?

Annað evni er hvussu undirvísingin verður skipað.

- Tímarnir í skúlanum skulu ikki endiliga haldast inni í einari skúlastovu. Nógvir møguleikar eru uttan fyri skúlan. At vitja Tjóðsavnið er ein.​

Blaðstjórn er Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson​.

Les alt Miðnámsrit her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo