Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Miðvágs Róðrarfelag hevur í dag tann 13.02.2020 á fyrsta sinni sett høvuðsvenjara.

Høvuðsvenjarin, sum er settur er 31 ára gamli Ingi Wiberg Joensen úr Miðvági, sum til dagligt starvast sum lærari á Skúlanum á Giljanesi.

Sigast kann um Inga, at hann áður hevur verið ungdómsvenjari í fótbólti hjá Miðvágs Bóltfelag.

Ingi hevur verið virkin í Miðvágs Róðrarfelag í fleiri ár, sum íðkandi rógvari, millum annað við Riddarinum.

Nevndin boðaði í kvøld á aðalfundi felagsins limum sínum frá, at nýggjur høvuðsvenjari er settur.

Nevndin hevur avgjørt, at seta høvuðsvenjarin fyri at lyfta ítróttarliga støði hjá felagnum.

- Vit í Miðvágs Róðrarfelag eru sera spent til kappingarárið 2020, og gleða okkum til samstarvið við Inga Wiberg Joensen, høvuðsvenjara, sigur felagið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo