Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fyrsta Miðvikan í Hoyvíkar kirkju í heyst verður nú mikukvøldið 19. september kl. 19.30. Tá fer Laura K. Apol, aðalskrivari í Sinnisbata, at greiða frá evninum at liva við sálarsjúku.

Fyrr í ár gav Laura bókina "Tá mamma var ør" út. Hon er um at vera barn hjá foreldri við sálarsjúku. Bókin lýsir hennara egnu upplivingar.

Eftir framløguna hjá Lauru verður ein drekkamunnur og fólk hava høvi at spyrja ella at viðmerkja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo