Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

- Jákup og Maria eru tey best umtóktu nøvnini, bæði nú og fyri einari øld síðani.

Tað sigur Elinborg Osvaldsdóttir, sum á Miðviku í Hoyvíkar kirkju í annaðkvøld, týskvøldið 1. mai, kl. 19.30 fer at halda fyrilestur um fólkanøvn. Meðan hon las føroyskt á Setrinum, haðani hon tók prógv 9. februar í ár, gjørdi Elinborg eina áhugaverda ritgerð um føroysk fólkanøvn í tveimum fimm ára tíðarskeiðum: 1911-1915 og 2011- 2015.

Og í sambandi við MA-ritgerðina við heitinum "Navnið spillir ongan", gjørdi Elinborg eina hugburðskanning um navnagávu og -lóggávu við søguligum baksýni. Hon skuldi samanbera rákini í teimum báðum nevndu fimm ára tíðarskeiðunum viðvíkjandi fornøvnum, tvíburafornøvnum og millumnøvnum.

Áhugaverda úrslitið fara vit at hoyra um týskvøldið 1. mai. Eftir fyrilesturin verður ein drekkamunnur í kirkjukjallaranum og fólk hava høvi at viðmerkja og seta spurningar.

Elinborg Osvaldsdóttir er úr Hoyvík og býr nú í Syðrugøtu. Hon varð útbúgvin lærari í 2010 og fór beinleiðis víðari at lesa føroyskt á Setrinum. Elinborg starvast nú í Miðnámi á Kambsdali, har hon undirvísir í føroyskum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo