Nú mikukvøldið 19. oktober kl. 19.30 verður Miðvika í Hoyvíkar kirkju við danska prestinum Lisbeth Holm Filtenborg, sum eisini er kend fyri sínar áhugaverdu og viðkomandi fyrilestrar. Evnið mikukvøldið er "Matur og kærleiki í Bíbliuni", og aftaná verður ein drekkamunnur og tá hava fólk eisini høvi at seta spurningar.
Í sínum fyrilestrum um evnið hevur Lisbeth fingið stóran íblástur frá persónunum, sum danski rithøvundurin Anne Marie Løn hevur í sínum skaldskapi. Í fleiri líknilsum og frásagnum er evnið matur, sum samstundis er lykilin at skilja Guds ríki og ósjálvsøkna kærleikan hjá Jesusi, ið er lýstur í páskaboðskapinum.
Lisbeth Holm Filtenborg hevur verið prestur síðani 1991, og síðani 2012 hevur hon verið prestur í Gauerslund við Vejle. Hon hevur eisini verið háskúlalærari í Nørre Nissum, har hon undirvísti í bókmentum, list, religión og túrum í náttúruni. Lisbeth hevur ein master í retorikki og samskifti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo