40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í annaðkvøld, mikukvøldið 16. november, kl. 19.30 er aftur ein áhugaverd Miðvika á skránni í Hoyvíkar kirkju. Evnið er "Tað lýsir tó fyri degi – Jákup Dahl próstur og lívsverk hansara", og tað er Jákup Reinert Hansen, lektari, sum fer at halda fyrilesturin.

- At arbeiða varð lagt niður í Jákup Dahl frá yngstu árum, og skyldan at nýta síni evni fylgdi hon...um alt lívið. Fult uppiborið verður hann kallaður faðir at tí føroyska kirkjumálinum. Sum sálmar hansara vísa, hevði hann eitt ljóst sinni, serliga í teimum ungu árunum. Seinni fall lívið honum ikki altíð líka lætt; men tað kom ikki óvart á hann, og heldur ikki slapp tað at taka vónina frá honum, sigur Jákup Reinert Hansen.

Fyrilesturin verður í kirkjuskipinum og av tí at føroyskir sálmar eisini eru ein týðandi partur av lívsverkinum hjá próstinum, verða nakrir sálmar hjá honum sungnir. Aftaná verður ein drekkamunnur í kirkjukjallaranum og fólk hava høvi at spyrja og at viðmerkja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo