Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

100 milliónir dollarar, sum kurvabólts úrmælingurin Michael Jordan og klædnaframleiðarin Nike næstu 10 árini fara at lata, skulu brúkast til stríðið ímóti rasuskilnaði í USA.

Tað verður boðað frá á heimasíðuni hjá Nike.

Upphæddin, sum í okkara pengum svarar til einar 660 milliónir, skal brúkast til at tryggja størri sosialt rættvísi og betri atgongd til útbúgvingar, stendur í fráboðanini.

Tiltakið kemur í kjalarvørrinum av nógva ófriðinum sum hevur verið í USA síðani afroamerikanarin George Floyd eftir øllum at døma doyði av harðskapi sum politiið framdi ímóti honum tá hann skuldi handtakast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo