Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tvøroyrar kommuna: Fríðkanin av miðbýnum heldur fram, og í gjár vórðu trø sett niður á p-økinum millum Strandfaraskip Landsins og Betri Banka. Trøini eru av slagnum Bornholmskt Royniberjatræ og eru keypt úr Hálandi. Trøini eru 5 metrar høg og snøgt sær tað út, nú tey eru sett niður. Vónin er at trøini koma at trívast, so vit innan stutta tíð síggja grønar spírar á greinunum.

Miðskeiðis í býnum, á p-økinum millum Bónus og Býarsavnið, eru vakrir plantupottar settir upp. Ymiskar plantur eru plantaðar í teir, ið blóma ymiskar tíðir av árinum.

Á trøini við gomlu Roykstovuna hjá T.F. Thomsen er eisini nógv arbeiði í gongd. Sum kunnugt verður trøðin gjørd til grønt øki við benkrum, borðum og parkour-øki til ungdómin.

Nú eru so trø sett niður her á økinum og í næstum verður farið undir at gera eina gøtu gjøgnum trøðna. Gamli hjallurin á trøðni, verður eisini tikin niður komandi tíðina. Trøini eru av fleiri ymiskum sløgum: Japanskt royniberjatræ, fuglakirsiberjatræ, sírenutræ, navr(ahornsslag), kirsuberjablomma, berjamispil og tyrnirunnur. Spennandi verður at fylgja við og síggja hvussu trøini fara at roynast í føroyska veðurlagnum.

Ein sannroynd er tó, at her á Tvøroyri tykjast trø at trívast sera væl í lívdini í miðbýnum og vónin er hetta eisini verður úrslitið á gomlu Roykstovutrøðni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo