Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

USA bíðar eftir dønum at fáa greiðu á hvussu verður við Føroyum og Grønlandi. Í Føroyum er enn ongin greið útmelding komin, um tað verður egg ella ungi viðvíkjandi at loyva Nato at seta upp ein radara. Og í Grønlandi skulu floghavnir útbyggjast. Men í veruleikanum nýtist Danmark ikki at bíða eftir føroyingum og grønlendingum, tí Danmark situr við evsta valdinum, og kann, um neyðugt, bara gera sum hildið verður best.

Danski miðilin Altinget tekur samanum støðuna í ríkisfelagsskapinum, nú vit eru farin inn í eitt nýtt ár. 2022 kann gerast árið, tá USA byggir út hernaðarliga í Grønlandi og Føroyum. 2022 kann eisini skjótt gerast árið, har viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum av álvara koma at standa sína roynd.

- Uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, og verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, skulu brúka øll síni diplomatisku evni mótvegis føroyingum og grønlendingum. Eydnast tað ikki, kann tað seta ógvusligar skeinur í ríkisfelagsskapin.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo