Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tann 1. mars 2021 skal Miðnám á Kambsdali hava nýggjan rektara. Páll Isholm, sum hevur verið rektari síðan samanleggingina av Studentaskúlanum og Handilsskúlanum á Kambsdali, hevur sagt seg úr starvinum.

- Hetta hevur verið ein spennandi og lærurík tíð, men eisini avbjóðandi og krevjandi. Vit hava nátt málunum, vit settu í 2015. Fyri framman liggja fleiri spennandi verkætlanir, so eg haldi rætta løtan er nú. Bæði fyri skúlan og meg persónliga, sigur Páll.

- Páll Isholm hevur staðið á odda fyri samanleggingini av skúlunum á Kambsdali, og hetta hevur eydnast sera væl. Saman við starvsfólkunum hevur hann megnað at skapa eina felags mentan, har samstarv, læring og trivnaður eru í hásæti, sigur Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Uttanríkis- og mentamálaráðið fer nú beinanvegin at lýsa eftir rektara til Miðnám á Kambsdali.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo