Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fyriskipararnir av tónleikatiltakinum Voxbotn avdúka í dag, at Mike Perry verður eitt av høvuðsnøvnunum í Vágsbotni 30. juni.

Mike Perry fekk sítt altjóða gjøgnumbrot í 2016 við lagnum “The Ocean”. Lagið er spælt næstan 500 milliónir ferðir á Spotify, og var tað eitt tað mest spælda lagið á Spotify í 2016. The Ocean hevur  ligið í topp 10 í fleiri enn 20 londum - harímillum í Svøríki.

Sama kann sigast um løgini “Inside the Lines”, “Talk about it”, “Hands” og “Body to Body”, sum eisini hava staðið seg stak væl og eru nógv spæld. Nýggjasta skotið frá Mike Perry er “Stay Young”.

Mike Perry hevur eisini staðið fyri fleiri endurspælingum, millum annað av lagnum “Perfect” hjá Ed Sheeran.

Mike Perry spældi í ár á elektroniska festivalinum Tomorrowland.

Umframt Mike Perry hava fyriskipararnir longu kunngjørt, at Nephew, Gilli, Byrta, Hardinger Band, Danny & The Veetos og Hamradun fara at luttaka á Voxbotn 2018

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo