Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fotomyndirnar er løtumyndir, sum seta hyggjaran inn í tað huglag, sum júst ta løtuna var til har, sum fotgrafurin var. Samstundis sum løtan hvørvur, tá fotografurin er farin framvið, verður huglagið verandi í myndunum.

Eingi orð vísa vegin inn í myndirnar ella hjálpa til nakra ávísa fatan.

Allar myndirnar standa einsamallar og siga sína egnu søgu ella kveikja eitthvørt hugskotið í høvdinum á hyggjaranum.

Helvtin av myndunum eru úr Kulusuk, sum er ein lítil bygd í Eysturgrønlandi, har Ingi Joensen var staddur í eina viku. Hinar eru úr Mikladali.

Allar 28 fotomyndirnar eru eitt slag av streetfoto, har fotografurin ansar og merkir gerandisdagin og í einum brøkparti av einum sekundi flytir gerandisdagin inn í fototólið. Einki uppstillað, einki tilgjørt – bara nakin og reinur veruleiki, sum ein fotograftur dugur at síggja hann.

Bókin er eitt slag av dupultbók, har bygdarnir verða lýstar úr hvør sínum enda. Í miðjuni verða myndirnar vendar, og tú ert í eini nýggjari bók.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo