
Frá byrgingini í Zarepta sum er fyrimynd.

Frá byrgingini í Zarepta sum er fyrimynd.
Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmeting frá smápartafelagnum Tróndarstovu í Svínoy, sum ætlar at gera eitt sonevndt mikrovatnorkuverk í oynni.
Ætlanin er at gagnnýta vatnið í áunum Stórá og Norðdalsá til elframleiðslu. Við fullari framleiðslu fer verkið at brúka 48 litrar um sekundið, lægsta trin er 8 l/s.
Frá vatnverkinum verður ein 10” rørveiting løgd niðan á 50 metra hædd, har leiðingin fer í tvey; ein 8” grein fer umleið 800 metrar niðan til vatninntakið í Stórá í 120 metra hædd, og ein 8” grein fer umleið 1.230 metrar norður í Norðdalsá, í somu hædd, stendur í góðkenningini.
Eitt líknandi verk er áður bygt í Zarepta í Vatnsoyrum, og tað verkið er brúkt sum fyrimynd, tó at talan verður um nakað minni byrging enn tann hjá Zarepta sum er víst á myndini.
Í umhvørvisgóðkenningini stendur eisini, at hvørjumegin byrgingina vera løkir har síl kunnu ferðast, og eru hesir løkir við til at tryggja, at alt vatnið í ánni ongantíð verður tikið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo