Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavnar kommuna: So er aftur mikudagur, og Fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu hevur lagt eina venjing til rættis til pensjónistarnar í kommununi.

 

Venjingin sæst her

 

Í dag er tað Niklas Reginsson, fysioterapeutur, sum stendur fyri venjingini.


So leingi korona byrgir okkum av hvør frá øðrum, verður ein nýggj venjing til pensjónistar løgd út á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu hvønn mikudag fyrrapart kl 10. 


- Tit pensjónistar kunnu gera venjingarnar við tykkara egnu ferð, og tit gera tað, sum tit kunnu og klára. Tað er væl lov at leypa onkran partin um, um tit ikki eru før fyri at gera júst tað, siga tey frá Fysioterapeuttoyminum í Tórshavnar kommunu.


Pensjónistarnir eru vælkomnir at gera somu venjing fríggjadagin. Næsta mikudag kemur nýggj venjing út.


Góða venjing!

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo