Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsumyndugleikarnir eru framvegis ikki fullvísir í, hvussu vandamikið omikron er, men tær fyrstu frágreiðingarnar frá læknum hava skapt varliga optimismu.

Evropeiski smittuverjustovnurin ECDC legði fram sína dagligu statusuppdaterin klokkan 12 í gjár, og tá vóru skrásettir 59 tilburðir av omikron í Evropa.

Millum hesar vóru eingir álvarsligir tilburðir, sambært ECDC.

Heldur ikki er fráboðað at nakar er deyður.

«Allir tilburðir sum kunning finst um, hava antin verið asymptomatiskir ella mildir», skrivar stovnurin í síni dagsrapport.

Teir 59 tilburðirnir eru staðfestir í Belgia, Danmark, Fraklandi, Italia, Niðurlondum, Portugal, Spania, Svøríki, Tjekkia, Týsklandi og Eysturríki, skrivar norska Dagbladet.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo