Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í januar legði japanski milliarderurin Yusaku Maezawa út eina samlagslýsing á netið, sum ikki óvæntað fekk umtalu í øllum heimsins miðlum.

Í heldur ótradisjonellu lýsingini skrivaði tann 44 ára gamli, at hann ynskti sær eina steik sum vildi flúgva við sær runt Mánan.

Úrslitið gjørdist eitt fjall av fríggjarabrøvum úr øllum heimsins heraðshornum.

«Yusaku Maezawa hevur leingi droymt um at ferðast út í rúmdina. Hann ynskir at vitja hetta serstaka stað saman við einum serstøkum persóni», stóð millum annað á heimasíðuni sum kunnaði um at eftir ætlan skuldi túrurin gerast ein dokumentarrøð um fríggjaraferðina hjá milliarderinum.

Men nú er innbjóðingin tikin aftur - og dokumentarrøðin avlýst. Sostatt mugu um 28 000 kvinnur veittra farvæl til tað sum hevði kanska verið ein romantisk mánaferð.

Sambært CBS News hava fleiri sett orð á sítt vónbrot av avlýsingini.

- Eg var ein sum søkti. Tað var harmiligt, men takk fyri dreymin tú gavst okkum, skrivar ein kvinna á Twitter.

- Og við við hesum megnaði tú at geva 27 722 hjartasorg, skrivar ein onnur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo