Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Skuggi hins Alvalda er heitið á nýggjari bókaútgávu frá Forlagnum Leirkerinum.

Bókin fevnir um lív og vitnisburð Jim Elliots, ið var ein av fimm trúboðarum, sum í 1956 vórðu dripnir av aucaindiánum inni í frumskóginum í royndini at fáa samband við hetta frumskógarfólk til tess at bera teimum evangeliska boðskapin.

Allur tann kristni heimurin varð skakaður av hesi hending, og mong í Føroyum minnast ta grípandi ljóð- og myndafrásøgn, sum fólk her heima gjørdu um hesar fimm trúboðarar, ið liðu blóðvitnisdeyðan langt inni í frumskógi Ekvadors.

Høvundurin Elisabeth Elliot, kona Jim, hevur skrivað bókina, har hon hevur nýtt úttøkur úr brøvum og dagbókum hansara at lýsa tráan Jims at yvirgeva alt lív sítt til Gud.

Bókin er vorðin ein nútímans kristiligur klassikari, og sagt verður, at hon er ein av mest gitnu trúboðarafrásøgnum í samtíð okkara.

Bókin, Skuggi hins Alvalda, við sínum mongu áhugaverdu fotomyndum, er komin í handlarnar.

Meta av Fløtum hevur týtt bókina úr enskum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo