Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hugsaði at eg skuldi greiða eitt sindur frá um, hvat eg havi tikist við tey seinastu fýra árini í bygdaráðnum.

Eg var sjálvandi sera fegin um at blíva vald inn í bygdaráðið og havi roynt alla tíðina at minna meg sjálva á, at eg siti í bygdaránum vegna allar borgarar í kommununi og als ikki fyri mína egnu skyld.

Eg havi verið í Teknisku nevnd og Trivnaðarnevndini og verið forkvinna í Vinnunevndini.

Allar avgerðir í bygdaráðnum verða tiknar á bygdaráðsfundi, men tað er sum limur og serliga sum forkvinna, at tú sleppur at leggja tína orku í at arbeiða við serlig øki, sum tú gongur inn fyri við lív og sál.

Mentan og trivnaður
Tað er ongin loyna, at eg seti mentan og trivnað ógvuliga høgt, og hóast nógv av tíðini er gingin til at svara stuðulsumbønum, sum antin hava gjørt borgarar keddar ella glaðar, so havi eg brúkt nógva tíð og orku upp á at hugsa loysnir upp á dansistovu/biohøllina.

Tað eydnaðist so at enda at fáa eina samtykt ígjøgnum um, at økið við dansistovuni og biohøllini skal gerast ein miðdepil fyri mentan og upplivingar, og tað eri eg glað fyri. Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at vit fáa skapað ein miðdepil í bygdini, tí eg haldi ikki, at eitt spælipláss er nóg nógv til at skapa ein miðdepil. Eg fekk tó ikki mína upprunaligu hugsan um at hava kommunuskrivstovu og aðrar mentanarligar upplivingar staðsettar í einum helst nýggjum bygningi, av tí at eg haldi, at bygningurin, sum hann sær út, er eitt misprýði í bygdini.

Men vit hava havt drúgv orðaskifti um málið og eru samd um, at hetta økið má síggjast sum ein heild, at vit eiga at fáa serkøna hjálp til hetta, tvs. samstarv við aðrar kommunur, sum hava royndir við at skapa slíkar loysnir, og at vit harumframt eiga at fáa borgaran í talu um hetta málið. Stutt sagt, sum kommunustýrislimir, eiga vit at vísa á, at vit hava eina ætlan um, hvussu vit skapa góð mentanarlig umhvørvi í bygdunum øllum.

Vit fáa eisini afturmeldingar frá borgarum, sum hava góð hugskot um, hvat økið kann brúkast til, og tað eru vit glað um og ætla okkum at lurta eftir.

Bústaðir og bústaðarskylda
At vera forkvinna í Vinnunevndini er nakað, eg havi gingið uppí við lív og sál. Her hava nógv spennandi mál verið at tikið støðu til. Tað fyrsta og kanska týdningarmesta er málið um útstykking, sum vit fingu gjøgnumført. Hetta var nakað, sum hevði ligið á láni í alt ov langa tíð, soleiðis at vit stóðu og manglaðu grundstykkir í Sørvági til fólk, sum høvdu hug at seta búgv her. Málið var loyst ógvuliga skjótt við góðum samrøðum við tey, ið vóru partar av málinum, og farið var undir at gera klárt til útstykking. Hetta er nakað, eg fegnist almikið um, nú tað skjótt verður klárt at seta spakan í at byggja sær eini hús!

Annað mál var ein dagførd byggisamtykt fyri Gásadal, sum hevur tikið drúgva tíð. Men soleiðis er fólkaræðið nú einaferð, at tú kanst ikki, sum onkur hevur róð fram undir, bara smoyggja eina byggisamtykt niður um oyruni á fólki, her skulu nógv uppskot upp at venda, áðrenn flest fólk kunnu siga, at hetta kunnu tey liva við.

Orsøkin til, at eg helt, at Gásadalur stóð fyri tørni var fyrst og fremst, at hetta er ein gomul bygd, har serlig atlit mugu takast til gamlan byggisið, og at eitt vaksandi ferðafólkatal ger tað neyðugt, at finna loysnir upp á parkering og atkomiligheit til øki, sum hava áhuga fyri ferðafólk, uttan at tað skal ganga út yvir fólkið, sum býr har frammanundan. Av tí at bygdin gongur eftir somu byggisamtykt sum Sørvágur, so er vandi fyri, at har verða bygd sethús, sum als ikki hóska til gamla og siðbundna umhvørvið. Her var neyðugt við eini serstakari byggisamtykt fyri Gásadal. Vit eru enn ikki komin á mál, men vit nærkast.

Allar bygdirnar í kommununi hava serligar avbjóðingar av, at fólk byggja og keypa hús í sethúsaøkjum, men brúka tey til summarhús. Hetta hevur serligt árin á tær smáu bygdirnar, Bø, Gásadal og Mykines. Vit mangla eina sokallaða reguleringslóg fyri bústaðir ella okkurt, sum kann seta treytir fyri bústaðir og bústaðarskyldur. Ein slík lóggáva skal koma frá landinum, hetta er ikki nakað, sum hvør einstøk kommuna kann skipa fyri, men vit eiga at streingja nógv meira á fyri at fáa eina loysn, sum vit kunnu liva við, um ikki alt skal gerast øskukalt. Haraftrat má kommunan finna eina loysn, sum tryggjar fólki, sum veruliga ætla sær at búgva í kommununi, ein forrætt fram um tey, sum ikki ætla sær at búgva her burturav.

Vit hava havt nógv orðaskifti um neystaøkið í Sørvági, av tí at byggisamtyktin fyri hetta økið ikki hóskar til eitt nútímans samfelag. Og tað sæst eisini, at fólk ikki hava tíð at bíða eftir bygdaráðnum og hava tikið sakina í egnar hendur. Tað er óheppið, og tí má hetta vera eitt mál av teimum, sum eitt komandi bygdaráð fyrst fer undir at loysa. Vinnunevndin hevur fingið gjørt eitt uppskot til, hvussu neystaøkið kann brúkast og síggja út í framtíðini, so her er klárt at fara til verka!

Vinna og vinnumøguleikar
Vinnunevndin hevur eisini ábyrgdina av vinnuøkinum uppi á Hálsi, og har er nú alt selt. Tað gleðist eg um, um enn vit gjørdu onkrar fótfeilir. Onkur hevur grenjað um, at øki eru seld til bilaútleigan, men tað, dugi eg ikki at síggja, er ein trupulleiki, av tí at hetta er ein týðandi atvinna, sum hevur samband við flogvøllin.

Økið rundan um flogvøllin liggur mær nær at sinni. Eg haldi, at har treingir til, at okkurt verður gjørt við ferðsluviðurskiftini. Sera óprofessionelt, at flogvøllurin skal plágast av seyðalorti rundan um parkeringsøkið, har mangla haraftrat ljóssteyrar fram við vegnum, og har má gerast ein gongugøta frá flogvøllinum oman móti gongugøtuni, sum longu er gjørd oman til Sørvágs. Síðan Krígssavnið er flutt út til Sørvágs, verður væntandi enn størri aktivitetur í økinum, og tí er alneyðugt, at vit streingja á Landsverk um at fáa gjørt eina rundkoyring, sum kann minka um ferðsluóhapp, sum koma fyri har uppi. Her liggur eisini eitt uppskot klárt frá okkara síðu um hetta. Tað kann ikki vera rætt, at ein so týðandi flutningsvinna, sum flogvøllurin er fyri alt Føroya land, skal dúva upp á lappaloysnir.

So sjálvandi vóni eg, at fólk halda, at eg kann gera mun og velja meg inn í bygdaráðið tann 10. november!

Marna Jacobsen, valevni í Sørvági

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo