At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Eitt vøggustovubarn upplivir nógv hvønn dag, bæði gott og minni gott. Talan kann vera um nógvar kenslur, snuddir, smíl og klemm, sum kunnu vera torfør at seta orð á, ella geva greitt til kennar í teirra aldri. 

Bókin er skipað rundan um 12 rím, ið fevna um støður, sum vit kenna aftur frá gerandisdegnum hjá lítla vøggustovubarninum. Til hvørt rímið eru nakrir spurningar og hugskot um ymiskar venjingar, ið er ætlað at vera grundarlag undir samrøðu og samansjóðing við virðing fyri einstaka barninum.

Góðan dag, úr jakkanum
á knakan um tit spyrja.
Í inniskógvar fara vit,
og dagurin kann byrja.

Bókin er ment í samstarv við átaki Betri vinir - Fri for Mobberi, hjá Barnabata, Mary Fonden og Red Barnet. Hugsanin er at skapa eitt sterkt grundarlag fyri góðum felagsvirðum longu í vøggustovuni. Bókin hóskar væl til námsfrøðiliga virksemi á dagstovni, í dagrøkt, men er samstundis eitt gott íkast heima saman við familjuni.

Hetta er onnur bókin í røðini. Tann fyrsta bókin Tann lítla bókin um STÓRAR kenslur, var útgivin í 2019. 

Bókin Mín dagur í vøggustovu kostar 148,- og fæst í bókahandlum kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo