Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í seinastu viku var ein nógv umrøddur fundur í Runavíkar býráði. Fundurin endaði endaði sum tíðindi á Facebook. Nógv spyrja, tí tey ikki skilja. Eg skal tí royna at greiða frá.

Fyrst skal eg rætta VP eitt sindur og visa á, at tað, sum Tobbi skrivar á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu, er líka ósatt sum tað, ið hann skrivar til kommunala eftirlitið. Grundin til, at eg bleiv settur uttanfyri, var, at eg spurdi um ein saltara, sum bleiv keyptur í heimildarloysi, og sum tveir limir í fíggjarnevndini søgdu ósatt um. Tá hevur borgarstjórin klemmu á teimum báðum og kann fáa teir uppsagdar, um hann also vil tað. Síðan var ein rennigravari keyptur.

Somuleiðis fáa neystini við síðuna av neystinum hjá borgarstjóranum loyvi at byggja í øki, sum borgarstjórin hevur friðað. Nú er hann enntá sjálvur farin í holt við sítt egna neyst. Og vinmennirnir hjá Tobba eru fornermaðir við meg, tí eg vísti á byggisamtyktina og friðingina, sum er samtykt av borgarstjóranum sjálvum. Eg talaði eisini at øðrum við. Trupulleikin í hesum var helst, at onkur í býráðnum tyktist verða samdur við mær, og tí noyddist borgarstjórin at handla, áðrenn tey tóku partí við mær. Og tá hesi 9 so skuldu velja, hvønn tey ræddust mest, so valdi tey at óttast Tobba meira enn meg.

Eg valdi smala vegin, og tað standi eg við, og tað eri eg glaður fyri. At tað er einsligt á smala vegnum, lærdi eg eins og flest øll onnur longu sum barn. Fundur um fíggjarætlanina fyri komandi ár er á hvørjum ári. Og allir kommunustýrislimir eru altíð bodnir við og hava øll tikið lut í arbeiðinum, og hvør í sínum lagið roynt at fáa játtan til tað, tey ynskja at raðfesta fremst. Seinasta ár var alt sum vanligt, hóast eg, eins og nú, eisini var í andstøðu. Eg var boðin við, og eg tók lut á jøvnum føti við hini. M.a. fekk eg tá undirtøku fyri at gera gøtu millum Glyvrar, Lamba og Søldafjørð. So tað bar væl til at ávirka, tó at eg var í andstøðu.

Í ár var øðrvísi.

Eg var boðin við. Men eg var tó ikki boðin við at syngja til Gullbrúdleyp hjá Sæunn Ólavsdóttir Hansen. Tí bíðaði eg einsamallur í 2 tímar til hini møttu. Sjálvandi er tað fínasta slag at tey hátíðarhalda dagin sama við Sæunn og Jóannes, og eg vildi fegin verið við har, men tað ber ikki til at vera fleiri støð í senn. Eg var jú á fundi um fíggjarætlan kommununnar. Vit gjøgnumgingu síðan raksturin, og tað gekk eisini friðarliga fyri seg. Vit fingu okkurt at eta, áðrenn íløgur komu á skrá. Tá kravdi borgarstjórin, at antin fór eg av fundi, ella fóru tey.

Tað sást, at hetta kom óvart á hini. Tí segði eg, at eg fór ongan veg. So fóru tey og tóku øll pappír við sær. Eg helt sjálvandi at tað var syrgiligt at síggja borgarstjóran og teir 9 vælvandu seyðahundarnar fara av fundi á hendan hátt. Helst var orsøkin, at Tobbi hevur keypt atkvøður í Skálabotni, og hann var bangin fyri, at eg kundi forpurra tí ætlanini fyri 10 november.

Spyrst so livst.

Jonhard Danielsen
býráðslimur
Runavíkar Kommuna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo