Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum allarflestu dreingir, so byrjaði eg á sjónum. Hjá mær byrjaði tað í 1957 við slupp. Veitt varð við norskari hondsnellu eftir toski undir Íslandi, við gørnum eftir sild á Norðhavinum, og síðan línufiskarí undir Føroyum, undir Íslandi. Seinni New Foundland og Grønland.  Hetta tørnið endaði undir Íslandi umborð á Norðstjørnuni við ”snøri” í 1960.! 

Var seinni í mei 1983 til jan. 1984 við Hvilvtenni á rækjuveiði í New  Foundlandi og Eysturgrønlandi.

Seinasta sjótørnið var við Columbus á upsaveiði undir Føroyum í 1985.

Arbeiðsuppgávur mínar í millumbilinum vóru endaðar: Starv sum læraravikarur í Skálavík, starvsfólk í Sparikassanum, var  í kommunalpolitikki og løgtingspolitikki.

Míni minni og kenslur fyri sjólívunum vórðu serliga vaktar nú av grein í Vágaportalinum av Anna E.H. í Kálvalíð um flakakvinnur.

Seinastu arbeiðstímar hjá mær vóru á flakavirkjunum í Sandoynni.

Var fyrst á Sandi, har arbeiðið snúið seg um arbeiði við saltaðum upsa. Nakað seinni varð sagt okkum, at tað fekst ikki hóskandi fíggjarligt úrslit úr upsanum, so henda framleiðsla steðgaði. Har arbeiddu bæði kvinnur og menn.

Í Skopun varð í høvuðsheitinum arbeitt við flaki. Hagar vórðu m.o. tveir av okkum eldru sendir, og uppgávan var m.a. at pakka upsafløk. Har fingu vit okkum royndar. Eg haldi, at vit komu at standa hvør sínu megin eina unga kvinnu, og eg taki ikki feil, at hon pakkaði eins nógv og vit báðir tilsaman! Alt gekk við fullari ferð!

Har vóru nógvar kvinnur, ið reinskóru fløkini, aðrar skiltu tey í hóskandi mongdir við vekt, og síðan skuldu vit pakka.

So kann onkur spyrja; ”Hví leika so í, tit fáa tykkara løn kortini”? 

Her reisist ein rættuliga avgerandi spurningur.

Flakakvinnurnar vistu, at kom ikki nokk av lidnari vøru út av virkinum, so áttu vit at vita, at virkið stongdi!

Og hvat so?

Hetta er sama gongdin umborð á skipunum. Kemur ikki nokk í land, so er onki skip.

Flakakvinnan eins og fiskimaðurin kennir stoltleika av einum góðum úrsliti hjá virkinum!

Eyðun Mohr Viderø
09.03.2020

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo